Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Menningargrunnur Útnorðurs: Virksemið hjá Menningargrunni Útnorðurs - Vestnordenfonden - er at læna pengar út til fyritøkur í Føroyum og Grønlandi, og harvið verða við til at menna eitt fjøltáttað og kappingarført vinnulív í Útnorði.

Menningargrunnur Útnorðurs veitir lán til fyritøkur í sambandi vid til dømis keyp av bygningum, maskinum og bátum.  Grunnurin veitir ikki rakstrarfígging.

Grunnurin veitti 12 nýggj lán í 2022 til eina samlaða upphædd á 29 mio. kr.
4 lán vórðu veitt í Grønlandi á tilsamans 13,5 mio. kr. og
8 lán vórðu veitt í Føroyum á tilsamans 15,5 mio. kr.

Samlaðu útlánini eru 60 mio. kr. við árslok 2022.

Lánini hjá Menningargrunni Útnorðurs eru býtt soleiðis millum vinnugreinar:
Hotel og ferðavinna        35%
Handverk og smáídnaður    39%
Fiskiídnaður og aling         8%
Flutningur            10%
Aðrar vinnur             8%

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo