Eg havi tapt í 300 veljarakanningum, men vunnið 3 val
- Margaret Thatcher

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Summar Festivalurin byrjar hósdagin og heldur fram til leygardagin

Ársins Summar Festivalur bjóðar 32 konsertir á trimum pallum í tríggjar dagar. Harafturat verður eisini undirhald og tónleikur at uppliva í Silvalandi og á tjaldplássinum.

Summar Festivalurin byrjar hósdagin og heldur fram til leygardagin. Tríggir pallar eru á sjálvum festivaløkinum – stóri pallur á Vágsbø, Tjaldið og Torgið.

Fyrsta konsertin verður í Tjaldinum hóskvøldið kl. 19.00, tá ið unga songkvinnan Victoria á Lakjuni fær høvi at seta festivalin í gongd. Síðani spæla útlendskir og føroyskir bólkar konsertir av ymiskum slagi á teimum trimum pallunum.

Hesaferð koma sjey artistar úr útlandinum. Tað eru Rasmus Seebach, Nico & Vinz, Chris Norman, Killer Queen, Kongkamerat, Elona Planman og Ola Nordskar. Afturat teimum standa 25 føroyskir bólkar og solistar á skránni – teirra millum eru Marius Ziska, Lea Kampmann, Swangah, Samsint, Hamradun, Magni Christiansen, Herborg Torkilsdóttir og Dynamit Perlur.

Umframt høvuðspallarnar verða eisini framførslur í Silvalandi – eitt nú við við Trølla-Pæturi og við yngri sangarum. Og á tjaldplássinum fara plátuvendarar at diska.

Hetta er 16. ferðin, at Summar Festivalurin verður hildin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo