Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar upp á fyrispurning nr. 52-044/2023 eftir § 52 a í tingskipanini um langtíðarárin av verkfallinum hjá
sjúkrarøktarfrøðingunum, frá Erlingi Eidesgaard, løgtingsmanni.

Spurningarnir vóru soljóðandi:
1. Kann landsstýriskvinnan upplýsa, hvørji langtíðarárin verkfallið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum hevur á sjúkrahúsverkið?

2. Fyri hvønn dag, ið gongur, har sjúkrarøktarfrøðingarnir framhaldandi eru í verkfalli við verandi, lóggivnu, undantøkum, við hvussu nógvum døgum leingjast ymsu bíðilistarnir til skurðviðgerðir, útgreinað á ymsu skurðviðgerðirnar?

3. Hevur landsstýriskvinnan tryggjað sær, at lív og heilsa ikki kemur í vága orsakað av langtíðarárinum av verkfallinum?

Svar:
Til spurning 1 og 2

Aftaná stívliga seks vikur við verkfalli, gjørdu Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið semju um nýggjan sáttmála týskvøldið hin 14. november.

Ilt er at meta um, hvørji langtíðarárin verkfallið fær á Sjúkrahúsverkið, men tað er greitt, at verkfallið hevur havt stóra ávirkan á virksemið í oktober og november.

Verkfallsraktu deildirnar hava seinastu seks vikurnar útsett alt virksemið, sum kundi bíða, og savna seg um tað akutta virksemi og tikið sær av teimum sjúklingum, sum hava verið ov vánaligir til at vera í sínum heimi.

Tað ber ikki til at svara spurningi tvey neyvt, men tað kann upplýsast, at nýggjastu metingarnar, sum vóru gjørdar beint eftir at verkfallið var av, siga, at einar 325 skurðviðgerðir eru útsettar hetta tíðarskeiðið og nýggjar tíðir skulu finnast. Hetta svarar til eina minking av skurðviðgerðum á 50 prosent. Nevnast kann, at av tí at verkfallið bleiv so drúgt, so hava sjúklingar, sum í fyrsta umfari vórðu útsettir, verið undir skurð seinni, tí støðan er versnað so mikið í tíðarskeiðinum.

Tað er ov tíðliga at siga, nær øll hesi 325 hava fingið skurðviðgerð. Í hvørjum einstøkum føri er tað ein serlækni, sum metir um hetta.

Harumframt metir Sjúkrahúsverkið, at umleið 3.000 viðtalur eru útsettar, fluttar ella avlýstar í verkfallsraktu ambulatoriunum í Sjúkrahúsverkinum, undir verkfallinum. Talan er um eina minking á 44 prosent í mun til sama tíðarskeið í fjør. Verður einans hugt eftir november, er minkingin omanfyri 60 prosent í ambulantum viðtalum. Talan er bæði um viðtalur, har fólk møta á sjúkrahúsinum og telefonviðtalur, sum sjúkrarøktarfrøðingar hava við sjúklingar. Eisini her verður eitt stórt upptak.

Hetta merkir samstundis, at við verandi tilfeingi kann tað væntast at bíðitíðin hjá teimum, sum ikki hava útsettar viðgerðir ella viðtalur, verður nakað longri í 2024 enn upprunaliga ætlað.

Til spurning 3
Yvirhøvur hava Sjúkrahúsverkið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar samstarva væl undir verkfallinum og hava í stóran mun verið samd um, hvørji undantøk vóru neyðug, so sjúklingatrygdin ikki hevur verið í vanda.

Tá Løgtingið legði uppí verkfallið og lóggav, at tað frameftir var leiðslan í Sjúkrahúsverkinum, sum hevði heimild at áseta neyðugu undantøkini, helt Sjúkrahúsverkið fram við sama leisti, og hava alla tíðina kunnað felagið um hvørji undantøk vóru galdandi.

Sjúkrahúsverkið er ikki vitandi um nakað mál, sum hevur verið kært til serligu kærunevndina, sum heimild var fyri í lógini.

Samanumtikið metir Sjúkrahúsverkið, at sjúklingatrygdin hevur ikki verið í vanda undir verkfallinum, tí undantøkini hava verið nøktandi.

Leiðslan í Sjúkrahúsverkinum fer nú saman við avvarðandi depils- og deildarleiðslum at fáa til vega eitt neyvari yvirlit yvir støðuna og gera eina ætlan, har atlit eisini verða tikin til at raðfesta sjúklingar og sjúklingabólkar við atliti til, at lív og heilsa ikki kemur í vága orsakað av langtíðarárinum av verkfallinum. Sum vera man, so er fíggjarliga og starvsfólkaliga tilfeingið á teimum trimum sjúkrahúsunum avmarkað, so tað skal væntast, at bíðtíðirnar innan skurðviðgerðir verða longri orsaka av verkfallinum.

Heilsumálaráðið, 21. november 2023
Margit Stórá
landsstýriskvinna

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo