

Kylie Jenner hevur tjent meira enn Messi, Ronaldo og Neymar - tilsamans - ella nærum 2/3 av føroysku fíggjarlógini.
Amerikanska Forbes hevur kannað roknskapirnar hjá teimum kendu.
Og á listanum yvir best løntu kendu í heiminum toppar yngsti limurin í Kardashian-klaninum, Kylie Jenner, listan.
Tann 23 ára gamla realitystjørnan og vinnulívskvinnan hevur tjent 590 milliónir dollarar síðsta ár, sum svarar til 3,7 milliardir krónur.
Tey 100 best løntu kendu tjentu tilsamans 6,1 milliard dollarar, sum er yvir 38 milliardir krónur.
Tað er 200 milliónir dollarar minni enn tey kendu tjentu árið fyri, sum sambært Forbes kemst av korona-alheimsfarssóttini.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo