40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tilsamans 4.270 harur eru skotnar í føroysku fjøllunum í ár. Tað ber til at staðfesta, nú seinasti túrurin varð gjørdur í gjár. 1. januar er ikki loyvt at skjóta meira.

Tilsamans 409 túrar vórðu gjørdir og teir sum skutu mest vóru teir sum høvdu Norðurnesið, sum er partur av Neshaga í Vestmanna. Har fingu teir 227 harur á 16 túrum. Tilsamans skutu teir 674 harur á 49 túrum í Vestmanna, sum var besta harubygdin í ár. Tað eru 13,8 harur fyri hvønn túr.

Ein onnur bygd, har nógv vanliga verður skotið, er Sørvágur. Í ár skutu teir 466 harur í Sørvági. Men har vórðu færri túrar. Sørvingar vóru 38 túrar í ár, og sostatt fingust í miðal 12,3 harur hvønn túrin í Sørvági.

Besti einstaki túrur mundi vera klappjaktin í Trongisvági. Tá fingu teir 75 harur.

Tølini eru frá netsíðuni haran.fo, og sigast skal, at tað er ikki vist at allir túrar eru skrásettir, og tí skulu tølini takast við fyrivarni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo