Um tú ert fátækur, men vilt verða ríkur, veldst ikki so nógv um hvat tú tjenar, sum hvussu tú hugsar
- George Gilder

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Tórshavnar kommuna: Nú fer KLUBB 188 aftur at bjóða næmingunum úr 5. flokkunum í Tórshavnar kommunu at koma í ungdómshúsið í Hoyvík – KLUBB 188.

Endamálið við innbjóðingini er, at ungdómurin sleppur at uppliva umstøðurnar og tað virksemi, sum verður bjóðað í KLUBB 188, áðrenn tey fáa møguleika at koma í ungdómshúsið eftir summarfrítíðina.

KLUBB 188 heldur til í somu hølum sum Frítíðarskúlin í Hoyvík. Um kvøldarnar verða hølini broytt, at tey eru meiri innbjóðandi til ung.

Adressan er: Vegurin langi 23, 188 Hoyvík

Í ungdómshúsinum skulu tey ungu kenna seg trygg, hoyrd, sædd og vird. Ymiskleiki og tolsemi eru lyklaorð í málunum og virðunum í KLUBB 188.

VIRKSEMI SUM NÁMSFRØÐILIGT AMBOÐ

Virksemi í KLUBB 188 eitt námsfrøðiligt tilboð, sum gevur teimum ungu møguleika at menna sínar sosialu, kensluligu, skapandi, mentanarligu og samfelagsligu førleikar.

Tilboðini stimbra omanfyri nevndu førleikar og birta somuleiðis upp undir felagsskapin millum tey ungu.

Ungdómshúsið leggur dent á tryggan felagsskap, úr virkseminum kunnu vit m.a. nevna: KLUBBquiz, ymisk spøl, tøkni, prát, hugni, tónleikur, kiosk og ikki minst tryggan sosialan felagsskap, sum hevur stóran týdning fyri ungdómin.

Opið verður fyri 5. flokki hesi kvøld áðrenn summarfrítíðina:
Týsdagarnar 28. mai og 4. juni frá kl. 18.30-20.00.
Fríggjadagin 31. mai frá kl. 19.00-20.30

Hesi kvøld letur KLUBB 188 upp fyri 6. fl. og eldri frá kl. 20.00 og 20.30.

Tað er ókeypis at koma í KLUBB 188.

Um mánaðarskifti aug./sep. verður skipað fyri einum kunnandi foreldrafundi, meira um hetta seinni.

Sí meira um KLUBB 188 á Facebook.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo