Bókasavnið við Løkin: Í sambandi við Mentanarvikuna í Runavíkar kommunu hevur verið skipað fyri stórari stuttsøgukapping, við tí endamáli at kveikja áhugan fyri føroyska málinum og fyri skrivaða orðinum.
Nú freistin er farin afturum, kunnu vit staðfesta at áhugin fyri at luttaka hevur verið sera stórur. Tilsamans eru yvir 60 stuttsøgur komnar inn! Dómsnevndin fer nú at meta um allar søgurnar, og vinnararnir verða kunngjørdir á stóra tiltakinum í Bylgjuni í Runavík 1. mai.
Á Mentanarvikuni í ár verður varpað ljós á føroyska málið. Umframt stuttsøgukappingina við kveikingardegi og skriviskeiði, vera rithøvundakvøld, fyrilestrar, bókaframløgur, skeið í framburi og nógv annað á skrá.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo