40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Samlaða talið av harum, sum eru skrásettar at vera skotnar í Føroyum árini 2012 til 2022. Í miðal hevur veiðan hesi tíggju árini verið 6.390 harur um árið.

Haruveiðan fyri teir 640 túrarnar, sum higartil eru skrásettir í 246 høgum kring landið sum higartil eru skrásett. Fyri hagarnar, sum eru vístir við grønum, sæst hvussu nógvar harur eru skrásettar í hvørjum haga. Ovara talið er talið av harum, sum eru skrásettar, niðara alið, sum stendur í parantes ( ) er talið av túrum, sum eru skrásettir higartil. Fyri teir "reyðu agarnar" er enn einki skrásett. Í teimum "gulu høgunum" hava teir IKKI skotið harur í 2022.

- Nú bara ein fimm daga eru eftir til at skráseta haruveiðuna í Føroyum fyri 2022, er samlaða talið komið upp á 6.239 harur, sum eru skrásettar at verða skotnar á 640 túrum í 246 høgum kring landið.

Tað sigur Eyðfinn Magnussen, lívfrøðingur, sum í fleiri ár hevur granskað í harum og haruskjóting.

Á stabbamyndin niðanfyri sæst samlaða talið av harum, sum eru skrásettar at vera skotnar í Føroyum árini 2012 til 2021. í miðal hevur veiðan hesi átta árini verið 6.390 harur um árið. 2022 sær sostatt út til at fara at vera eitt miðal ár til haru.

Freistin at skráseta er sunnukvøldið 15. januar 2023. So verður farið undir at skriva frágreiðingina um haruveiðuna í Føroyum í 2022. Men enn eru nógvir hagar eftir, har einki i er skrásett, Á kortunum sæst, hvat er skrásett higartil. Fyri teir "reyðu hagarnar" er enn einki skrásett.

Fyri hagarnar, sum eru vístir við grønum, sæst hvussu nógvar harur eru skotnar í hvørjum haga. Ovara talið er talið av harum, sum eru skrásettar. Niðara talið, sum stendur í parantes ( ), er talið av túrum, sum eru skrásettir higartil.

Í teimum "gulu høgunum" hava teir IKKI skotið harur í 2022.

- Eg fari tí enn einaferð at heita á harumenn um at skráseta túrarnar, sigur Eyðfinn Magnussen.

Tølini skulu skrásetast á heimasíðuni “Haran.fo”. Eisini ber til at ringja til Eyðfinn á telefon 26 58 31.

- brúkaranavn: hs

- loyniorð: loginn

Samlaða talið av harum, sum eru skrásettar at vera skotnar í Føroyum árini 2012 til 2022. Í miðal hevur veiðan hesi tíggju árini verið 6.390 harur um árið.

Haruveiðan fyri teir 640 túrarnar, sum higartil eru skrásettir í 246 høgum kring landið sum higartil eru skrásett. Fyri hagarnar, sum eru vístir við grønum, sæst hvussu nógvar harur eru skrásettar í hvørjum haga. Ovara talið er talið av harum, sum eru skrásettar, niðara alið, sum stendur í parantes ( ) er talið av túrum, sum eru skrásettir higartil. Fyri teir "reyðu agarnar" er enn einki skrásett. Í teimum "gulu høgunum" hava teir IKKI skotið harur í 2022.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo