40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Landssjúkrahúsið: Tað vórðu 626 børn fødd í Føroyum fjør. Øll uttan eitt vórðu fødd á Landssjúkrahúsinum, 307 gentur og 318 dreingir. Heili 12 tvíburðapør vórðu í 2022.

Samanborið við árið fyri, so vórðu eitt vet færri børn fødd í Føroyum í fjør enn í 2021, tá tey vóru 678 í tali.

Tað er væl kent, at føroysku børnini hava góða vekt. Miðalvektin fyri børnunum hjá teimum, ið áttu fyrstu ferð, var 3640 gram. Hjá teimum, sum høvdu átt áður var miðalvekin hjá børnunum 3774 gram. Umleið triðjahvørt barn vigaði í 2022 meira enn fýra kilo við barnsburð og seks prosent við 4,5 kilo ella meira.

Samanlagt vóru tað 175 mammur, sum fingu sítt fyrsta barn í 2022. Miðalaldurin hjá teimum var 27,15 ár. 209 fingu sítt annað barn, 175 sítt triðja og hjá 48 mammum var talan um fjórða barnið.

Tá eitt barn verður føtt, kunnu foreldrini seta eina nál á føðitalvuna, sum hongur í gongini á føðideildini, sí mynd.

Landssjúkrahúsið ynskir tykkum øllum somlum hjartaliga tillukku.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo