Eg havi tapt í 300 veljarakanningum, men vunnið 3 val
- Margaret Thatcher

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Skúlablaðið: Nærum fimti hvør ungur í 8. flokki býr hjá øðrum foreldrunum – ella 18 prosent; hetta kann elva til ymsar støður, tí nýggj kanning, sum danska Børnerådet hevur latið gera, vísir, at meiri enn triði hvør er ónøgdur við foreldrini, sum tey ikki búgva hjá. Tey ungu, sum eru ónøgd, trívast verri. Til dømis sum er helmingurin av teimum í ringum lagi ella kedd fleiri ferðir um vikuna. Millum tey ungu, sum eru nøgd við sambandið við foreldrini, eru tølini hinvegin fjórði hvør.

Per Larsen, formaður í Barnaráðnum, sigur: ”Kanningin vísir greitt, at tá ið tey ungu eru nøgd við sambandið við foreldrini, so trívast tey betri. Foreldur skulu duga nógv betur at draga børnini uppí og skapar karmar fyri, at tørvurin hjá børnunum verður nøktaður. Tað kann ikki vera rætt, at nærveran – og harvið eisini trivnaðurin – fer fyri skeytið, tá ið mann ikki býr undir sama taki.”

Kanningin vísir eisini, at saknur fyllir nógv hjá teimum ungu. 69 prosent av teimum ungu, sum ikki búgva saman við báðum foreldrunum, sakna foreldrini, tey ikki búgva saman við. Og fyri børnini, sum hava systkin, sum búgva aðrastaðni, sakna trý av fýra systkini.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo