40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Álit í løgtingsmáli nr. 115/2020: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um miðlastuðul (Broyting til verkætlanarstuðul)

Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og mentamálum, Jenis av Rana, hevur lagt málið fram 5. mars 2021, og eftir 1. viðgerð 16. mars 2021 er tað beint Mentanarnevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi 6. og 7. apríl 2021. Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við Føroysk Miðlafólk, Norðlýsið, Dimmalætting, Sosialin, Vágaportalin, Portalin, Brynhild Thomsen, journalist, Miðlastuðulsnevndina og landsstýrismannin í uttanríkis- og mentamálum, Jenis av Rana.

Undir viðgerðini hevur nevndin býtt seg í ein meiriluta og ein minniluta.

Meirilutin (Djóni Nolsøe Joensen, Jóhannis Joensen, Beinta Løwe Jacobsen og Bjarni Kárason Petersen) hevur hesar viðmerkingar:

Fjølmiðlar hava stóran týdning í einum fólkaræði. Tí er eisini umráðandi, at miðlar hava góðar umstøður at virka í. Síðani 2017 hava partar av føroysku miðlunum fingið miðlastuðul.

Verandi lóggáva hevur lýti, og meirilutin heldur ikki, at verandi skipan hevur havt størri bata við sær á miðlaøkinum. Ein partur av stuðlinum hevur verið veittur í mun til rakstrarútreiðslur árið fyri.

At ein miðil hevur stórar rakstrarútreiðslur merkir ikki neyðturviliga, at miðilin eisini førir góðan, samfelagsrelevantan ella kritiskan journalistikk.

Uppskotið hjá landsstýrismanninum um at broyta miðlastuðulslógina hevur ávísar batar í mun til verandi skipan, men eru eisini fleiri ivamál, t.d. hvussu miðlar kunnu verja keldur, tá søkt verður um miðlastuðul og hví skal ein nevnd gera av, hvat er góður, samfelagsliga relevantur journalistikkur. Hetta eru alt avgerðir, ið dagliga verða tiknar á redaksjónunum hjá miðlunum.

At fólk kunnu søkja um stuðul til eina ávísa verkætlan kann vera gagnligt fyri fríyrkisfólk, men hinvegin kann ein avleiðing verða, at journalistar fáa ótrygg setanarviðurskifti.

At tey verða sett í starv í styttri tíðarskeið og harvið ikki hava møguleika at tryggja sær eina fasta inntøku.

Harumframt er landið við til at dumpa lønina hjá journalistum, um ætlanin er, at tær tvær milliónirnar skulu røkka til fimm journalistisk fulltíðarstørv.

Sum heild tykjast als eingi ella bara fá faklig atlit at verða tikin, tá uppskotið er blivið gjørt.

Fyri bløðini kann uppskotið fáa ógvusligar fíggjarligar avleiðingar.

Tey fáa verkætlanarstuðulin illa at sampakka við teirra virksemi, sum jú er at arbeiða við aktualiteti, og siga seg hvørki hava umsiting ella orku til at søkja fleiri ferðir um árið.

Ístaðin fyri at gera eina nýggja skipan beinanvegin, eigur verandi skipan at verða endurskoðað. Hetta var eisini tað, ið fleiri hoyringarpartar mæltu til.

Harumframt heldur meirilutin, at játtanin til miðlastuðul eigur at verða hækkað upp í 4 mió. kr., tí 2 mió. kr. muna ikki nógv, um ætlanin er at lyfta støðið. Í grannalondum okkara er púra vanligt við miðlastuðli, og har verður nógv stuðlað.

Tí eiga vit eisini her heima at hava nógv størri ambitiónir á miðlaøkinum, enn tað sum fyriliggur í bæði verandi lóggávu og í hesum uppskoti. Flestu av hoyringarpørtunum halda eisini, at ávísur miðlastuðul skal veitast.

Somuleiðis hava fleiri hoyringarpartar róð framundir, at brúk er fyri bæði einum rakstrarstuðli og einum verkætlanarstuðli.

Ella við øðrum orðum, at verkætlanarstuðulin í hesum uppskoti eigur at koma afturat verandi stuðli.

Við hesum viðmerkingum tekur meirilutin ikki undir við málinum og mælir Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið.

Minnilutin (Beinir Johannesen, Heðin Zachariassen og Edva Jacobsen) hevur hesar viðmerkingar:

Fjølmiðlar hava stóran týdning í samfelagnum. Í dag hava vit ein stóran almennan Public-service stovn, men eisini størri og smærri privatar miðlar, ið hava sín týdning.

Bæði til at upplýsa fólk, men eisini at koma við fjølbroytni í miðlalandslagnum.

Tí er tað týdningarmikið, at vit við hesi lóg royna at halda fast í tað fjølbroytnið, ið er í miðlunum í dag.

Undir viðgerðini hevur upphæddin til henda stuðul fleiri ferðir verið uppi og vent.

Upphæddin er lítil í mun til, hvat verður sett av til stuðulsskipanir til miðlar í grannalondum okkara.

Minnilutin metir, at hesin spurningur átti at verið reistur, samstundis sum spurningurin um endurskoðan av Public-service sáttmála verður viðgjørdur.

Samgonguskjalið leggur upp til eina eftirmeting av skipanini, og er landsstýrismaðurin komin við hesum uppskoti.

Uppskotið leggur upp til, at allur stuðulin sum nakað nýtt verður latin til verkætlanir.

Minnilutin metir hetta vera eina ov stóra broyting í mun til verandi skipan, sum kann raka partar av vinnuni meint, og tí mæla vit til at broyta uppskotið soleiðis, at 70% verða latin verkætlanum, meðan 30% fara til rakstrarútreiðslur.

Eisini mælir minnilutin til, at lógarbroytingin fær gildi 1. januar 2022, og ikki dagin eftir at hon er kunngjørd.

Vit eru komin væl ávegis inn í árið, og verður tað knøpp tíð at hava tvey umsóknarumfør, bæði fyri umsøkjarar og fyrisiting.

Eisini verður mett, at tað er óheppið, at tílíkar broytingar verða gjørdar mitt í einum roknskaparári.

Minnilutin setir tí fram soljóðandi

b r o y t i n g a r u p p s k o t

1. Í § 1, nr. 6 verða § 4, stk. 2 og 3 orðað soleiðis: “Stk. 2. Av árligu játtanini á fíggjarlógini verða 70% latin verkætlanum, sum leggja seg eftir at gera loftborið ella skrivligt tilfar, sum verður mett at hava journalistiska dygd og samfelagsligt virði. Harumframt verða 30% av árligu játtanini á fíggjarlógini latin sum ein eins lutfalslig upphædd í prosentum av skjalprógvaðum lønarútreiðslum árið fyri umsóknarárið hjá viðkomandi miðli ella miðlasamtaki. Ein miðil ella miðlasamtak kann í mesta lagi fáa 40% av teimum 30% av árligu játtanini á fíggjarlógini, ið er sett av til stuðul við støði í skjalprógvaðum lønarútreiðslum sbrt. 2. pkt. Stk. 3. Stuðul til verkætlanir sbrt. stk. 2 verður latin til virksemi, ið verður framt í eitt avmarkað tíðarskeið við einum ítøkiligum endamáli og úrsliti. Lønarútreiðslur sbrt. stk. 2 verða gjørdar upp við støði í góðkenda roknskapinum hjá viðkomandi miðli ella miðlasamtaki undanfarna roknskaparár.”

2. § 1, nr. 8 verður strikað. Nr. 9-10 verða eftir hetta nr. 8-9.

3. § 2 verður orðað soleiðis: “§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2022.”.

Viðmerkingar:

Til nr. 1
Heldur enn heilt at fara burtur frá at lata stuðul við støði í skjalprógvaðum rakstrarútreiðslum og til eina verkætlanargrundaða skipan, verður tað við hesi broyting lutvíst hildið fast við verandi skipan.

Við hesi broyting verður skipanin sostatt býtt upp, so 70% av játtanini á fíggjarlógini fara til verkætlanarstuðul samsvarandi uppskoti landsstýrismansins og 30% av játtanini til rakstrarstuðul júst sum undir verandi skipan.

Eingin miðil ella miðlasamtak fær lut í meira enn 40% av teimum 30% av árligu játtanini á fíggjarlógini, ið er sett av til rakstrarstuðul. Er samlaða játtanin til miðlastuðul t.d. 2 mió. kr. merkir hetta, at eingin miðil ella miðlasamtak kann fáa meira enn 40% av 600.000 kr., sum er 240.000 kr.

Kortini kann sami miðil ella miðlasamtak, hóast markið á 240.000 í rakstrarstuðli verður rokkið, fáa lut í teimum 70% av miðlastuðlinum, ið verða latin verkætlanum.

Til nr. 2
Við § 1, nr. 8 í uppskotinum hjá landsstýrismanninnum verður ásetingin í § 8, stk. 1 í miðlastuðulslógini broytt, soleiðis at miðilin skal skjalprógva, at hann lýkur treytirnar í §§ 2 og 3, men ikki longur skal lata inn roknskap fyri skjalprógvaðar lønarútreiðslur. Orsøkin er, at tað við uppskoti landsstýrismansins ikki longur skal søkjast við støði í lønarútreiðslunum í undanfarna ári. Tá nevndin við hesum broytingaruppskoti lutvíst heldur fast við verandi skipan við rakstrarstuðli, skal hendan broyting strikast, so hildið verður fast við galdandi áseting í miðlastuðulslógini.

Til nr. 3
Ásetingin um gildiskomu verður broytt frá, at løgtingslógin skal koma í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, til at koma í gildi tann 1. januar 2022.

Við hesum viðmerkingum og broytingaruppskoti tekur minnilutin undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo