Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Hvannrók: Nú vit fara inn í jólamánaðin liggur føroyski kappróðurin enn í dvala. Mær hevur altíð dámað væl at skrivað um føroyska kappróðrarsøgu. Lítið skal til, so gerist eg forvitin. Havi júst lisið og kagað í bókina Úr Oyndafjarðar søgu, sum Freydis Poulsen skrivaði og gav út í 2004. Seinast í bókini er søgulig mynd frá 1976 av manningini umborð á 8-mannafarinum Oyndra. Ja, hetta minniliga snotuliga 8-mannafarið, sum Niclas í Koltri smíðaði oyndfirðingum, og sum veruliga gjørdi um seg frá 1975 og langt upp í 1980-árini. Báturin vann nógvar róðrar og fleiri meistaraheiti. Havi hitt Hjørleif Gaard, sum í 1976 róði við Oyndra. Og hann sigur.

– Í 1975 vóru nógvir ungdómar í bygdini, og nógvir av okkum róðu við bátum aðrastaðni. Sjálvur róði eg við Skálabátinum og menn róðu eisini við 8-mannafarinum Gøtu Trónda. Vit spurdu mangan okkum sjálvar, hví vit ikki fingu okkum egnan bát, og í 1975 gjørdist ætlanin veruleiki. Niclas í Koltri var klárur beinanvegin at smíða okkum bátin, og í 1975 var Oyndarfjarðar Ítróttafelag eisini stovnað.

Les meira

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo