Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Havnanetverkið vísir í tíðindaskrivi frá, at 80-90 prosent færri russisk skip vitja føroyskar havnir. Hetta er tað, sum teir eftir øllum at døma eru komnir fram til, eftir at umboð fyri størstu føroysku havnirnar hava verið samlað í Runavík í vikuni.

Heimafriður og limir hjá Heimafriði hava eisini merkt, at hesi skip ikki longur eru við føroyskar havnir, tí 80-90 prosent av øllum klagum eru nevnliga burtur í hesum sama tíðarskeiði síðani havnastongsulin kom í gildi.

Fólk boða Heimafriði frá, at tey fyri fyrstu ferð í longri tíð hvíla, og at lívsgleðin er komin aftur.

Havnastongsulin gevur eina klokkuklára mynd av, hvørjir størstu syndarirnir eru. Tað stendur púra greitt.

Áhugavert hevði verið at fingið at vita, um hetta eisini var umrøtt á fundinum hjá Havnanetverkinum.

Hendan tíðin gevur Havnanetverkinum ein gyltan møguleika at endurskoða og gera neyðugu broytingarnar til frama fyri tey, sum búgva nærendis havnunum.

Myndin er lænt av Facebookvanganum hjá Runavíkar Havn.

Vinarliga
Nevndin í felagnum Heimafriður

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo