Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Í gjárkvøldið vóru umleið 8000 fólk á Summar Festivali, og tað skapti langar køir við inngongdina áðrenn konsertina við høvuðsnavninum Aqua, sum mátti útsetast eitt korter.

Í kvøld verður roknað við enn størri fjøld, tá ið svenska heimsstjørnan Zara Larsson skal spæla á Vágsbø.

– Vit vilja heita á fólk um at koma á festivaløkið í góðari tíð áðrenn konsertina, so langar køir ikki verða við inngongdina, sigur Erik Biskopstø, sum er ein av fyrireikarunum av Summar Festivalinum.

Zara Larsson spælir á Vágsbø kl. 21:00 í kvøld. Onnur sum framføra eru í kvøld Heiðrik, T.O.S., Lena Anderssen, Kjølar, Asta & Liza, Sámal Ravnsfjall og Ingi Poulsen.

Í kvøld verður eisini stóra SF fagnaðarkonsertin, tá 15 sangarar syngja 15 sangir, sum hava verið við at seta dám á Summar Festivalin gjøgnum árini.   

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo