Fleiri serstørv, maður hevur, minni serfrøðingur er hann
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Herfyri var móttøka á Umhvørvisstovuni í sambandi við, at Óli Johansen hevði 50 ára starvsdag og Svanna Justinussen hevði 40 ára starvsdag. Bæði arbeiða á matrikuldeildini á Umhvørvisstovuni.

Óli Johansen byrjaði at læra til landmátarateknikara á Matrikulstovuni í november mánaða 1965, og matrikulin gjørdist hansara lívsstarv. Tá Matrikulstovan í 2007 gjørdist partur av Umhvørvisstovuni, var Óli eitt tað royndasta starvsfólkið á samanlagda stovninum. Óli Johansen hevur serliga arbeitt við útskifting av jørð, og hann er helst tann størsti serfrøðingurin í føroyskum jarðarviðurskiftum, sum vit eiga.

Svanna Justinussen byrjaði í skrivstovulæru á Matrikulstovuni í september 1975. Sum fráleið fekk Svanna sum uppgávu at føra matrikulskránna og at góðskutryggja øll avgreidd matrikuler mál. Hon hevur sostatt havt ein sera týdningarmiklan leiklut í tí føroysku matrikuleru umsitingini tey flestu árini, hon hevur verið í starvi. Tá Matrikulstovan í 2007 gjørdist partur av Umhvørvisstovuni, yvirtók Svanna eisini ein part av uppgávunum á landsfólkayvirlitinum.

Á móttøkuni fingu Óli Johansen og Svanna Justinussen handað heiðurstekin frá Margretu drottning.

Sí fleiri myndir

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo