Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar upp á fyrispurning nr. 52-010/2023 eftir § 52 a í tingskipanini um at javnseta føroyingar og útlendingar í mun til arbeiðstíð, frá Súsonnu Bertholdsen, løgtingskvinnu

Spurningarnir vóru soljóðandi:
1. Hvussu nógvir útlendingar úr triðjalondum hava arbeiðsloyvi í Føroyum, síðan Fast Track skipanin kom í gildi?

2. Hvussu nógvir útlendingar úr triðjalondum arbeiða innan flakavinnuna í Føroyum?

3. Verður arbeitt fram ímóti at sleppa undan ójavnanum í arbeiðstímum millum arbeiðsfólk úr triðjalondum og føroyingar á sama arbeiðsplássi?

Svar:
Til spurning 1

Tali av arbeiðsloyvum latin eftir Fast Track-avtaluni, ið kom í gildi í 18. november 2021, eru:

2021: 60 arbeiðsloyvir
2022: 635 arbeiðsloyvir
2023, pr. juli: 220 arbeiðsloyvir

Samlað eru 915 arbeiðsloyvir latin eftir Fast Track-avtaluni, frá 18. november 2021 til juli 2023.

Viðvíkjandi arbeiðsloyvum eftir vanligu mannagongdini (FO1), so eru tølini fyri latin arbeiðsloyvir:

2021: 51 arbeiðsloyvir
2022: 21 arbeiðsloyvir
2023, pr. juli: 135 arbeiðsloyvir

Sostatt er samlaða talið av arbeiðsloyvum, latin útlendingum úr triðjalondum síðan Fast Trackavtalan kom í gildið, nakað yvir 1000, harav 915 loyvir eru latin eftir Fast Track-avtaluni.

Fyrivarni skal takast fyri, at eitt loyvi kann vera latið einum útlendingi meiri enn eina ferð, til dømis í sambandi við starvsskifti. Neyv tøl eru ikki fyri hetta í løtuni, men fatanin er, at tað snýr seg um eitt sera lágt tal.

Ein útlendingur kann ikki hava arbeiðsloyvi eftir bæði Fast Track-skipanini og eftir vanligu mannagongdini (FO1) í sama umfari.

Til spurning 2
Tað finnast ikki dagførd tøl fyri, hvussu nógvir útlendingar frá triðjalondum arbeiða innan flakavinnuna í Føroyum. Um hesi tøl skulu innheintast, er neyðugt at fáa fleiri hagtøl frá danska útlendingamyndugleikanum og síðan viðgera tølini fyri at fáa eitt yvirlit yvir, hvussu nógvir útlendingar hava fingið loyvi til arbeiðsgevara innan flakavinnuna eftir avtaluni um Fast Track.

Ein uppteljing hjá Útlendingastovuni, grundað á tøl fyri tíðarskeiðið frá Fast Track-avtalan kom í gildi og til november 2022, vísti, at til fiskavirkir (fiskavirking av ymiskum slag, eisini úr alivinnuni) vóru 260 loyvi latin.

Til spurning 3
Útgangsstøðið fyri uppihalds- og arbeiðsloyvi eftir Fast Track-skipanini er treytað av, at talan er um starv hjá eini fyritøku, sum er góðkend frammanundan og sum lýkur treytirnar fyri, at týðandi lønar- og setanartreytirnar eru vanligar eftir føroyskum viðurskiftum, so sum teir vanligu 40 arbeiðstímarnir um vikuna. Útlendingarnir úr triðjalondum, sum hava fingið fyribils uppihalds- og arbeiðsloyvi eftir Fast Track-skipanini, eru komnir her, tí tørvur er á arbeiðsmegi teirra.

Danska Útlendinga- og integratiónsmálaráðið ásetur, eftir samráðing við Landsstýri, nærri reglur um arbeiðsloyvir í Føroyum undir hesum, hvørjar treytir eru knýttar at arbeiðsloyvunum, so sum talið av arbeiðstímum. Fyri at tryggja, at útlendingar, sum koma her at arbeiða og hava familju sína við sær, eru førir fyri at undirhalda familju síni, er inntøkumark júst sett fyri útlendingar, sum søkja um arbeiðsloyvi í Føroyum. Um talið av arbeiðstímum verður lækkað fyri tey, sum koma til Føroyar at arbeiða eftir Fast Track-skipanini, til undir teir vanligu 40 arbeiðstímarnir um vikuna. er ilt at siga, hvørjar avleiðingar hetta fær.

Umhvørvismálaráðnum, sum umsitur arbeiðsmarknaðarmál, er komin við einum ískoyti til fyrispurningin, tá tað snýr seg um Fiskavirkisskipanina. Sambært Umhvørvismálaráðnum er Fiskavirkisskipanin eitt slag av arbeiðsloysisstuðli, sum fevnir um tíðarbundið arbeiðsloysi á fiskavirkjum. Skipanin tryggjar starvsfólki arbeiðsloysisstuðul, um steðgur er í arbeiðinum á virkinum vegna vantandi feska rávøru ella líknandi umstøður. Stuðulin verður roknaður frá og við níggjunda arbeiðsloysistíma, og tað ber í mesta lagi til at fáa arbeiðsloysisstuðul fyri 32 tímar – svarandi til 4 dagar um vikuna. Arbeiðsloysisstuðulin er 80% av útrokningargrundarlagnum.

Stýrið fyri ALS hevur viðgjørt spurningin um at hækka teir 32 tímarnar, sum stuðul verður veittur fyri, men semja er ikki í stýrinum um at hækka útgjaldstímarnar. Verður arbeiðsvikan stytt til 37 tímar, minkar munurin nakað.

Landsstýriskvinnan í arbeiðsmarknaðarmálum hevur heitt á stýrið um at viðgera spurningin, um útlendingar, sum hava tíðaravmarkað arbeiðs- og uppihaldsloyvi, skulu halda fram við at vera í fiskavirkisskipanini. Stýrið fyri ALS hevur ikki gjørt eina niðurstøðu hesum viðvíkjandi enn. Tey hava tó verið í samband við fiskavirkini, sum siga tað vera avgerandi neyðugt við útlendskari arbeiðsmegi, um tey skulu hava nóg nógv starvsfólk til at hava virkini koyrandi.

Løgmálaráðið 5. september 2023
Bjarni K. Petersen
landsstýrismaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo