Hin hættisligasti sjónleikurin er tann, ein leikar fyri sær sjálvum
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tórshavnar Býráð samtykti einmælt at taka undir við mentamálanevndini og fíggjarnevndini at fara undir at útbyggja Dagstovnin á Hamrinum fyri 57 mió. kr.

Við hesari útbygging koma 96 nýggj dagstovnapláss í Tórshavnar kommunu.

Dagstovnurin á Hamrinum verður við hesar útbygging størsti dagstovnur í kommununi við 160-170 plássum.

At útbyggja dagstovnin á Hamrinum á náttúrligt, nú vit gera eina stóra útstykking á Argjahamri, har tað koma millum 150 og 200 nýggja búeindir, alt eftir, hvussu vit leggja útstykkingna til rættis.

Nú vit hava økt um plássini, sum stórur tørvur er á, skulu vit eisini gera alt fyri, at fleiri námsfrøðingar verða útbúnir til dagstovnaøkið, t.v.s. dagstovnanámsfrøðingar, og harvið meira fakligheit inn á økið. Eisini skulu vit gera tað møguligt hjá hjálparfólki at fáa eina útbúgving sum t.d. mann í Danmark kallar “daginstitutionsasssistent”.

Tá hettar er sagt, so eiga land og kommunur at gera lønarrammuna á dagstovnaøkinum meira liðiliga, so kommunan hevur størri frælsi at løna henda hart sperda lønarbólk, sum er grundalagið undir trivnaðinum á hvørjum stovni sær, og sum eisini røkkur inn í hvørja barnafamilju í kommununi.

Býráðssamgongan játtaði 10 mió. kr. í fíggjarætanina í ár til fyrireikingartíð, sum ein eftirmetingarbólkur mælti til.

Vit fara framvegis at stremba eftir at fáa so stórt nøgdsemi sum møguligt á dagstovnaøkinum, nú vit sita við fíggjarætlanini fyri 2023.

Annfinn Brekkstein
formaður í mentamálanevndini í Tórshavnar kommunu

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo