40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Hetta er eitt einastandandi gott og ljóðleyst skip. Ein góð kensla at sita her í dag og síggja flotta úrslitið.

Vit fingu møguleikan at bjóðað uppá at byggja hettar stásiliga skip og tóku av at leggja eitt boð inn, sum vit vunnu. Tað í sær sjálvum at vit vunnu útbjóðingina vísir bara at vit føroyingar enn hava førleikan og tað vitanina, sum skal til fyri at fara undir eina so umfatandi verkætlan.

Úrslitið vit síggja ídag talar fyri seg og vísir dugnasemi í okkum føroyingum har vit hava víst at vit í felag klára at lyfta slíkar avbjóðandi uppgávur, sum eitt slíkt, so teknist skip sum Jákup Sverri er.

Tað kunnu vit føroyingar verða ernir av.

Jákup Sverri er ein fyrimynd hvat vit føroyingar megna at byggja í framtíðini.

Petur Háberg Jacobsen
nevndarformaður og ein av høvuðseigarunum í P/F MEST Shipyard

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo