Hin hættisligasti sjónleikurin er tann, ein leikar fyri sær sjálvum
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Mynd: Ólavur Frederiksen

Mynd: Ólavur Frederiksen

Mynd: Ólavur Frederiksen

Grøna virðislønin frá Tórshavnar kommunu verður latin persóni, stovni ella fyritøku, sum á onkran hátt hava gjørt eitthvørt umhvørvisvinarligt átak, verkætlan ella annað, sum er umhvørvinum at frama.

Í ár varð Grøna Virðislønin latin Á-samtakinum og Dugna fyri teirra samstarvsátak, Láninet.

Endamálið við hesum láninetinum er at minka um nýtsluna av plasti. Láninetini eru keypsnet hjá Á-handlunum, seymaði úr endurnýtslutilfari, sum eru sniðgivin og tilvirkaði á Dugna.

Láninetini eru við til at minka um nýtsluna av plasti i Føroyum, og hetta hevur stóran týdning fyri okkara umhvørvi.

- Tað er torført at sleppa undan øllum plastinum, men um vit sum handil vísa á aðrar valmøguleikar, so vóna vit, at vit eru við til at stimbra til eina hugburðsbroyting á grøna økinum.

- Hettar er ein ómetaligur stórur heiður, og vit eru so glað og rørd fyri bæði  virðislønina og góðu móttøkuna, ið Láninetini hava fingið, tí hettar er ein staðfesting av, at vit eru á rættari kós, sigur nevndin í Á-samtakinum.

Hettar er aðru ferð, at Á-samtakið fær Grønu virðislønina frá Tórshavnar Kommunu. Fyrstu ferð var í 2017, og tá var tað fyri appina Too Good To Go, ið skal minka um matoyðsl.

Sí fleiri myndir her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo