Hin hættisligasti sjónleikurin er tann, ein leikar fyri sær sjálvum
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Podcasti ‘tosumeinsang’ er hesuferð við Anker Eli Petersen um sangin ‘Kvøld á Tinganesi’.

Sangurin er um at sita á Tinganesi við einum lítlum posa av øli og lata tankarnar sveima. Tinganes er mitt í universinum sum Anker Eli vaks upp í. “Ein kensla av at sita eitt stað har man kennur seg heima”.

Anker Eli hevur skrivað fleiri av tekstunum á útgávuni hjá Terja og Føstufressum frá 1990.

Anker Eli er í dag búsitandi í Danmark, men vitjar javnan í Føroyum. Samrøðan er upptikin á Tinganesi, sama stað sum sangurin er skrivaður um.

Aftaná at samrøðan var gjørd, er ein rætting komin. Í samrøðuna verður Calypso nevnt, men talan er um Bossa-nova.

Podcasti kann hoyrast her

Soundcloud

Spotify

iTunes

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo