Seinastu vikuna hava fólk stákast, at fyrireika 13. Bátafestivalin, ið verður í dag 6.mai.
Tað er blikalogn í morgun og veðurgudarnir siga sama veðrið fyri næstu dagarnar.
Á Toftum eru tey klár til stóra dagin og skráin er fjølbroytt bæði til ung og eldri.
Bátarnir koma í Oyrahavnina og har heldur Jan Højgaard vælkomstrøðu, harmonikulið spælur eisini hesaferð.
Húsvognar fáa eins og seinastu árini pláss á havnalagnum, sum teir hava verið hesar seinastu bátafestivalranar.
Bátafelagið bjóðar øllum til eitt hugnaligt vikuskifti á Toftum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo