40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Formaðurin í Fólkaflokkinum, og forsetin í FSF (sami maður) hartar undirritaða fyri at bera fram nøkur fræls sjónarmið um føroyskan fótbólt.

Tykist sum tað ikki er gerandiskostur hjá honum at rúma sjónarmiðum, sum ikki eru skræddaraseymaði til hansara hugsunarhátt.

Soleiðis virkar ein opin og frælsur felagsskapur ikki. Har hóttur man ikki boðberan, bara tí man ikki dámar boðskapin.

Tvørturímóti, so eiga vit at kjakast um, viðgera fótbólt, og alt rundanum bóltin breitt og væl. Viðhvørt raka vit málið, viðhvørt við síðuna av.

Forsetin í FSF, also mín forseti. Eg havi jú umboða Føroyar tá altjóða føroyskur fótbóltur vann sær slóð. Havi eisini leikt í Europa, og vunnið meistaraheiti og steypakapping, við lítla grasrótafelagnum, B71. So onkursvegna er formaðurin í Fólkaflokkinum, mín FSF forseti.

Hann spyr meg hvar eg havi verið tey síðstu nógvu árini. Sjálvandi havi eg røkt míni borgarligu størv í fólkaræðinum Føroyar, men tað er ikki áhugavert her.

Í fótbóltshøpi, kann eg upplýsa Christiani at eg havi verið á vøllinum. Á fótbóltsvøllinum har eg havi vant yngri lið hjá B71. Á vøllinum, har eg havi hugt eftir serliga B71 og HB, men eisini AB og trúliga okkara landsliðum.

Og hóast eg havi verið til óteljandi dystir og kappingar, havi eg bert sæð forsetan til steypafinalur. Onga U-7 kapping. Ongan kvinnudyst. Ongantíð á Sandi. Ongantíð í Fuglafirði. Ongantíð.

Vildi heldur ikki vera VIP gestur í míni tíð sum løgtingsformaður, tí eg haldi at vit øll kunnu sita við sama vøll, uttan at gera skilnað millum hvør er meir og minni verdur. Tað er óføroyskt.

Sitandi forsetin hevur fylt alla langsíðuna vestanfyri, við fólkum sum, ja sum hvat?

Um nakar skuldi verið boðin ókeypis til dyst, so kundi tað verið fyrrverandi landsliðsleikarar, og venjarar sum hava stríðst fyri tjóðina 25 dystir ella fleir. Umframt teirra makar.

Uppaftur meira á vøllinum.

Sum pápi at fýra børnum, sum í ymsum aldri hava spælt, og spæla fótbólt, umframt at eg sjálvur havi spælt, og framvegis spæli oldboys fótbólt. Havi m.a. vunnið fleiri FM heiti við mínum liðfeløgum í Oldboys deildini, so her er fótbóltur altíð á skránni.

So ja, Christian, eg havi verið á vøllinum. Fótbóltsvøllinum.

Eg havi snøgt sagt ferðast land og ríki runt á hvørjum vølli í Føroyum alt mítt lív, tí eg elski fótbólt.

Spenningurin, fagurfrøðin, passiónin, samanspælið, málini, takktikkurin, gleðin, tárini, teknikkurin. Áskoðarar, illbønirnar, sveittin, góðir dómarar, og ringir eisini.

Og tað er kanska júst tað sum skilir okkara fatanir um fótbólt. Eri eri ein vallarspælari, og forsetin ein skriviborðs”spælari”.

Tí skilji eg væl at tit ikki síggja tað eg síggi. Og eg haldi at tað er ein av orsøkunum til fatanarmunin. Tað eru ov fáir veruligir fótbóltsspælarar í FSF.

Og sjálvandi síggja tit ikki pengaoyðslið, samanborið við liviumstøðurnar hjá feløgunum. Tit síggja heldur ikki ónøgdina, tí tit liva við at tippa hana. Blatter sá heldur ongantíð nakað galið í FIFA.

Fótbóltur eigur at vera alt annað enn ein valdskabal, og ein gjaldskabal.

FSF eigur at vera bygt av fríum hugburði, samanhaldi, og fótbóltsvinnaramentan.

So Christian, tað gleðir meg at tú hóast alt ikki sær okkum sum óvinir, men tað er langt millum okkara fatanir um fótbólt. Tað hevði eisini klætt forsetanum betri at fari eftir bóltinum, heldur enn eftir manninum.

Hugleitt um fótbóltsfilosofi, strategi fyri FSF, leiðslu og hvussu vit minka um skaðarnar í okkara elskaða fótbólti. Men gakk!

Eg kundi nevnt eina rúgvu av evnum afturat men høvuðsboðskapurin er at fáa fótbóltin aftur til røturnar.

Leikararnar, vøllin og bóltin. Tað er har fótbóltssálin býr. Ikki á bonaðu gólvunum!

Páll á Reynatúgvu
Fótbóltsspælari

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo