Tað sum fær mestu ávirkan á heimssøguna í 20. øld er, at Amerika tosar enskt
- Otto von Bismarck

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Jørgen Niclasen hevur lagt uppskot fram um at gera neyðugar ábøtur á lendingina í Mykinesi og bakkaverju fyri vegnum niðan í bygdina til tess at betra um trygdina hjá teimum ferðandi og íbúgvunum í oynni. 

Í viðmerkingunum skrivar Jørgen Niclasen soleiðis:

Síðan privatir yvirtóku Mykinesleiðina, er ferðafólkatalið vaksi úr 2800 í 2005 til uml. 20.000 í 2016. Eitt ferðslulop, sum bert privat kunnu klára. Men trygdin á lendingini í Mykinesi má betrast.

Sørvágs Kommuna hevur saman við Landsverki kanna tvær verkætlanir, sum hava stóran týdning fyri tryggleikan hjá teimum, sum koma í land á oynni.

Onnur neyðug ábót er longdur bryggjukantur, sum eisini gevur 80 kvm av tiltrongdum standiplássi til ferðafólk. Eisini verður rekkverk og ein kantstokkur fram við keiini.

Hin ábótin er ein bakkaverja. Sørvágs Kommuna hevur fyri stuttum asfalterað Fjørudalsgøtuna, og eftir stuttari tíð er riva komin í asfaltið. Fóturin niðri á hellini í gjónni gevur seg undan.

Í umsókn til Henrik Old, landstýrismann, við avritið til Fíggjarnevndina hjá Løgtinginum hevur Sørvágs kommuna sent prosjekt, har hesar ábøtur kunnu gerast fyri sera sámiligan prís. Sambært viðløgdu skjølum kann hetta neyðuga arbeiði gerast fyri 2,5 mió. kr.

Sí skjøl her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo