40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Helt, at hjálandatíðin var farin tíð í øllum demokratiskum nútíðarsamfeløgum.

Men tað tykist, sum ávísir danskir flokkar leita aftur á slóðina, og vilja styrkja støðuna hjá Danmark, sum hjálandaveldi.

Konservativi flokkurin í Danmark ætlar nú at hava eitt aðalráð fyri Føroyar og Grønland, ella sokallaða ríkisfelagsskapin. Og danskir miðlar endurgeva hetta brotið:

”- Ministeriet vil få til opgave at styrke samarbejdet inden for alle områder, men i særdeleshed inden for uddannelse, sprog, erhverv, sundhed og mobilitet mellem landene,…”

M.a. nevna tey erhverv, also vinnu. Hugsi tykkum um danir nú skulu samráðast um fiskirættindi, ístaðin fyri føroyingar? Tit minnast boykottið, tá Danmark valdi ES framum Føroyar. Var tað at røkja føroysk áhugamál?

Søgan vísur okkum, at bara Føroyar røkja føroysk áhugamál.

Hinvegin - júst hetta uppskotið - um eitt aðalráð fyri hjálond - er ein frálík grundgeving fyri, at vit mugu loysa beinanvegin.

Beinta Løwe, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo