Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tað hevur sera stóran týdning, at okkara ungu fáa røttu viðgerðina og hjálpina, so tey m.a. læra at megna at standa ímóti náðileysa rúsinum og gramma seljaranum.

Norðurlendsk hagtøl vísa, at umleið 3. hvør rúsevnismisnýtari og 5. hvør rúsdrekkamisnýtari hevur ADHD! 

Tað er dýrabar vitan í stríðnum at fyribyrgja rúsevnismisnýtslu, og fyri at fáa eina fullfíggjaða og væleydnaða rúsevnisviðgerð, tá skaðin er hendur. 

Alt bendir uppá, at tíðliga útgreinan og hjálp er besta fyribyrgingin ímóti at børn og ung byrja eitt misbrúk ella fara í kriminalitet. 

ADHD’ið ger, at tey eru í nógv størri vanda at fella fyri freistingunum, tí fysiologiskt viðførur ADHD ein mangul uppá dopamin í heilanum. Rúsevni frígeva stórar nøgdir av dopamini, og tað ger, at umframt rúsin, so føla fólk við ADHD gagn av rúsevninum, tí tey fáa minni órógv, tankamyldur og kensluna av, at vera øðrvísi og ikki passa inn.

Veikleikin er eisini, at ADHD’arar eru sera impulsstýrdir, teir handla uttan at hugsa. Í kognitivari viðgerð læra tey at hugsa um avleiðingar og fáa sostatt strategiir fyri, hvussu tey stýra rundanum skerini í lívinum. Hettar eru strategiir onnur læra uttan at skula kýta seg, men sum ADHD’arar muga læra við intensivari venjing í kognitivari ADHD viðgerð.

Við ADHD viðgerð ber væl til at fáa børn og ung við ADHD í javnvág, styrkt og ment, áðrenn tey standa við rúsevnunum í hondini. 

Tí mæla vit staðiliga til, at arbeiðsbólkurin, ið skal koma við uppskotum um, hvussu vit fáa bilbugt við rúsevnismisnýtsluna, at taka tíðliga útgreining og eina heildar ADHD viðgerð við, sum ein stóran part av fyribyrgingini. 

Vit vita at sjálvmedisinering er sera vanligt hjá fólkum við óviðgjørdum ella illaviðgjørdum ADHD’arum. At bíðilistarnir til útgreining vaksa, merkir, at fólk veruliga ynskja at fáa hjálp og tað er sera gott!

Eisini eru okkara royndir, at tey allarflestu fáa tað nógv betri við heildarviðgerðini ADHD toymið á psykiatriini gevur. Trupulleikin er, at kapasiteturin er alt alt ov lítil og bíðirøðin, verur tí alt ov long. 

Her má setast inn beinanvegin! 

Fyri at fáa bilbugt við rúsevnismisnýtslu krevst ikki bert fyribyrging og viðgerð, men eisini gott samstarv millum heilsuverk, almannaverk,fólka- og miðnámsskúlar, barnavernd, Sernám, kommunur, kriminalforsorg, o.fl., sum byggir á viðurkenning og høga fakliga vitan um ADHD. 

Vit í ADHD felagnum royna, so nógv sum eitt sjálvboðið felag kann vísa á, hvussu væl ADHD viðgerð kann hjálpa, hvussu týdningarmikil faklig vitan er og eggja til samstørv og vitanardeiling á tvørs stovnar og geirar. 

Bjørg Dam
Forkvinna í ADHD felagnum

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo