40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Samgongan gekk við tveimum cylindarum í trý ár, Bárði og Jenisi, meðan Fólkaflokkurin, hóast nógv stríð millum lúnningarnar, á bátadekkinum, á hvalabakinum og eisini við róðrið, tók sær av tí praktiska partinum, og fekk sum ikki einaferð alt uppá pláss, soleiðis, sum teir ætlaðu, serliga á fiskivinnupolitiska økinum. Sjálvt løgnar og fyrr ósæddar manøvrur, sum tá Vestergaard og Mercedis bypassaðu demokratiið, og formansskiftini, hava eftir øllum at døma ikki ávirka støðuna hjá flokkinum nevnivert í veljaraskaranum.

Ongantíð áður hevur eitt valstríð verið so fíggjarliga ábyrgdarleyst sum hesaferð. Kandidatarnir lova gull og grønar skógir, einki er óført, MVG-frítøka av hesum og hasum, politiskt ásett lønarlyft bæði í kommunala- og í landsgeiranum, stuðul hendan og handan vegin til alkyns høpi og grundarlagið er eitt uppskot til løgtingsfíggjarlóg, sum liggur í tinginum við 12 milliónum krónum í yvirskoti, sum helst er eitt fiktivt og putrað tal, bert fyri at hin heilaga grøvin skuldi síggja vælforvara út framløgudagin. Tað gongur illa hjá journalistunum at avdúka hendan økonomiska heksadansin, tí er veljarin nú trillrundur í høvdinum, og ánar ikki hvat ið vendir upp ella niður.

Hvussu hevur valstríðið so gingist annars, og hvat skulu vit vænta okkum av valdegnum?

Gamla Sjálvstýrið liggur sum Jógvan Skorðheim reiddi fyri tí, tá hann fór suður á Tvøroyri, beint fyri evsta mark, fyri trimum árum síðan, eftir hinum legendariska borgarstjóranum Kristin Michelsen. Kristin skuldi bara fungera sum løgasteinur fyri mandatinum hjá Skorðheimi, men hetta miseydnaðist totalt, og abbasonur Pól F. tók gomlu sjálvstýrarnar við einum stormi. Síðan hevur hann í stóran mun virkað sum kitt hjá samgonguni, serliga eftir at Johan Dahl misti stabilisatorarnar. Tað hevur ofta verið avgerandi fyri politisku støddfrøðina, tá samgongur skuldu skipast, hvussu Sjálvstýrið var umboðað, hetta minnast vit frá heimastýrissamgongunum og fullveldissamgongunum. Útlitini í løtuni eru døpur, uppstillingin í Norðoyggum, Eysturoy og í høvuðsstaðnum er so veik, at Kristin við sínum 3-4 hundrað atkvøðum í Suðuroy verður toppskorari undir øllum umstøðum, tað er ein ógviliga lokal umboðan, um hann verður valdur, tí fara gamlir sjálvstýrarar norðanfyri Suðuroyarfjørð at velja aðrar vegir, og eksklusiva støðan í Barentshavsmálinum styrkir ikki júst um støðuna í Klaksvík og í støðum í Eysturoy. Fær Sjálvstýrið ein mann verður tað Kristin Michelsen, ein politiskur yvirlivari sum ikki er sæddur í Føroyum áður.

Framsókn er í menning. Flokkurin er í grundini byrjanin til tað, sum nú hendi í Fólkaflokkinum. Tær liberalu kreftirnar orkaðu ikki meira, toldu ikki roykin í bakarínum, og Poul Michelsen stovnaði sín egna flokk. Ruth hevur lyft uppgávuna betri enn væntað, kanska, og nú Sólvit eisini tók fluktina úr einum landsstýrissessi hjá Fólkaflokkinum yvir undir veingjabreiðið hjá Ruth Vang, bendir mangt á, at flokkurin fær 3 tingfólk hin 8. desember.

Tjóðveldi hevur ikki havt tað gott tey seinastu valini, tíansheldur í veljarakanningum í mong ár. Fólkatingsvalið var einki at reypa av, men tað sær væl betri út, nú ein høgravongur er við at taka seg upp av nýggjum, í mun til tað, sum var farið at líkjast einum paralelli til danska Eindarlistan, sum trívist best í høvuðsstaðarøkinum heldur enn úti á økjunum, har virðini í exportinum verða skapt. Uppstillingin í økjum, har Tjóðveldisflokkurin traditionelt hevur staðið ógviliga sterkur – í Norðoyggjum og í Eysturoy – er sterkari enn leingi, og skiftið í støðuni um Barentshavsmálið kann gera, at bæði hesi økini verða umboðað á tingi aftur. Fær flokkurin sítt egna potentiali aftur í hesum økinum, telur tað væl upp, og mangt bendir á, at juristurin Eirikur í Jákupsstovu, abbasonur legenduna Jákup í Jákupsstovu, verður valdur, og tað kann saktans verða, at hann verður næsti formaðurin í flokkinum, tá Hoydal einaferð hevur tænt sína politisku herskyldu. Í Eysturoy er forvæntningurin stórur til, at verkfrøðingurin Sigrid S. Dalsgaard verður vald á ting hin 8. desember. Onnur sum kunnu draga nýggjar atkvøður til flokkin eru Annika Olsen og Erling Ejdesgaard, tí liggur tað líkasum í luftini, at flokkurin fær 7 ella kanska 8 tingfólk á valinum.

Ongin skal avskriva teir fýra stóru flokkarnar, kjarnin í teimum er so sterk, at teir fara aldri niður um 5 tingfólk. Fólkaflokkurin hevur verið í ringari sjóvarilsku og fleiri væntaðu at hann fór til botns, men tað hendi ikki, - sjálvandi ikki. Christian Andreassen hevur nógv talentir, men tann politiska nøsin helt ikki til at savna flokkin, og tann mest margháttliga manøvran, í heimsflokki undarlig, var tá hann í byrjanini av einum valstríði legði ábyrgdina frá sær, tveitti handklæðið í ringin, og meðan øll stardu inn í kaos, eina flokspolitiska apokalypso, trein ein 25 ára gamal klaksvíkingur inn á pallin, og tað sum aðrir ikki hava megnað, hevur hann klárað eftir 14 døgum. Talentið hevur hann ikki frá fremmandum, men máti skal vera við uriaspostur, og Beinir einsamallur fer at eiga heiðurin av, at Fólkaflokkurin saktans kann fáa 7 tingfólk á valinum hósdagin.

Sambandsflokkurin hevur slept luftini, sum pumpaði hann upp á fólkatingsvalinum. Ongin trýr at Bárður verður løgmaður aftur, og uppstillingin er onki at reypa av. Hann lat seg stýra av Jenisi alt ov leingi, skifti landsstýrismann í vinnumálráðnum uttan nakra effekt, og nú stendur alt tað, sum annars er hent á heilsuøkinum, í skugganum av einari kommunulæknaskipan sum er í sori, ábyrdina av hesum hevur Sambandið. Flokkurin megnar ikki at pumpa seg upp í fýra dagar - og fær ikki fleiri enn 6 tingfólk.

Miðflokkurin fekk eitt offurval á fólkatingsvalinum, og tað fær tú bara eina ferð. Etisku málini, einasti tilverurættur floksins, eru lítið eyðsýnd í valstríðnum, tí fær flokkurin bert sínar tveir tingmenn aftur, og tað er lítið hugsandi at hann kemur í eitt landsstýrið aftur. Jenis verður valdur, og tað kann henda, at Steffan verður honum næstur, eftir at Terje Beinar Vestergaard nú stillar upp ímóti Bill Justinussen í Runavíkar økinum í Eysturoy.

Hví Javnaðarflokkurin hevur slept luftini í hesum valstríðnum, er ilt at skilja. Teimum ólíkt er ongin strukturur í valstríðnum, teir lova ótaldar milliónir úr kommunalum kassum og vinnukassum, øll skulu hava tað gott og skil skal vera í, verður sagt. Í Barentshavsmálinum komu teir haltandi eftir Tjóðveldinum, og síðan hava fleiri roynt at hála í land aftur, eisini formaðurin, eftir at Ingilín Strøm á veljarafundi í SALT segði, at vit mega gevast at fiska í Barentshavinum, tí at vit brúka ov nógva olju og ov nógv CO2-útlát at stima á fiskileið, tí má roknast við at Javnarflokkurin ætlar at steðga allari fiskiveiði hjá føroyingum í framtíðini, og hóast bílagdir danskir ungsocialistar og fólkatingsmaðurin royna sítt besta við at garta kring um landið, so eru tey 10 tingfólkini langt síðan farin. Flokkurin fær 7-8 tingfólk.

Hvørjir eru so møguleikarnir fyri samgongum?

Siga vit at umboðanin verður býtt soleiðis: A(7), B(6), C(7), D(1), E(7), F(3) og H(2) eru mest áhugaverdu møguleikarnir:

AEF(D):     18 tingmenn
BCF(D):     17 tingmenn
CEF(D):     18 tingmenn

Sámal Petur hevur sagt, at Kristin Michelsen ongar trupulleikar hevur av Akseli longur, tí er Sjálvstýrið við í møguleikunum.

Mest sannlíkt er, at CEF, møguliga saman við D, skipa samgongu, men gongur Javnaðarflokkurin ikki tjóðskaparligu ynskjunum hjá E og F á møti, er fullveldissamgongan AEF(D) tað mest hugsandi alternativið.

Ad-hoc toymið

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo