Nýggjar myndir vísa nú, at ætlanir eru at byggja ein leikvøll til HM í Qatar av bingjum.
Tað er DR, sum ber hesi tíðindini í dag.
Ras Abu Aboud-leikvøllurin, sum hann kemur at eita, liggur í Doha, høvuðsstaðnum í Qatar, har HM í fótbólti verður á skránni í 2022.
Ætlanin er, at leikvøllurin - ella stadionið - skal kunna takast sundur aftur eftir endaspælið og gerast til fleiri minni leikvallir ella flytast til eitt heilt nýtt stað.
Ras Abu Aboud-leikvøllurin er ein av átta, sum skal byggjast í Qatar, áðrenn HM-endaspælið byrjar.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo