Blæur og politikarar eiga at verða skift javnan - og av somu orsøk
- Joseph Sobran

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar upp á fyrispurning nr. 52-071/2022 eftir § 52a í tingskipanini um fólkaheilsu, frá Jóhannis Joensen, løgtingsmanni, settur Margit Stórá, landsstýriskvinnu í heilsumálum

Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Er ætlanin at geva út eina dagførda fólkaheilsuætlan føroyinga?

2. Hvørjum átøkum arbeiðir Heilsumálaráðið við fyri at betra um fólkaheilsuna hjá føroyingum?

3. Verður arbeitt við fólkaheilsuátøkum tvørtur um aðalráð?

Svar:
Til spurning 1: Er ætlanin at geva út eina dagførda fólkaheilsuætlan føroyinga?
Ja, ætlanin er at geva út eina dagførda fólkaheilsuætlan føroyinga. Heilsupolitikkur sum heild og herundir átøk at fremja fólkaheilsuna hjá føroyingum hava høga raðfesting hjá samgonguni. Í samgonguskjalinum er millum annað ásett, at átøk at betra um fólkaheilsuna verða styrkt. Sum eitt ítøkiligt dømi verður nevnt, at átøk í krabbameinsætlanini skulu fremjast.

Harumframt er tað er eisini eitt av tilmælunum í Krabbameinsætlanini frá 2022, at ein nýggj fólkaheilsuætlan skal orðast, ið leggur dent á sjúkufyribyrgjandi og heilsufremjandi tiltøk sum heild.

Nógv viðurskifti eru sannlíkt broytt síðani 2006 tá fyrsta fólkaheilsuætlanin var gjørd. Ætlanin er at fara undir hetta arbeiðið á heysti 2023.

Til spurning 2: Hvørjum átøkum arbeiðir Heilsumálaráðið við fyri at betra um fólkaheilsuna hjá føroyingum?
Av tí, at tað er ásett í samgonguskjalinum, at átøkini í Krabbameinsætlanini skulu fremjast fari eg í fyrstu atløgu at leggja meg eftir at seta tilmæli úr hesi ætlan í verk.

Í Krabbameinsætlanini verður víst á, at sambært krabbameinsætlanini hjá ES, nevnd Den europæiske kræfthandlingsplan (2021) ber til at fyribyrgja umleið 40% av øllum krabbameinstilburðum í Evropa. Krabbameinstilburðirnir kunnu fyribyrgjast við at minkna um vandatættirnar.

Tað er vísindaliga prógvað at samband er millum vandatættir og lívsstílssjúkur. Ymsu vandatættirnir økja um vandan fyri at fáa eina ella fleiri lívstílssjúkur. Somuleiðis er tað prógvað, at vandin fyri at gerast sjúk/sjúkur kann minkast um tann einstaki minkar um vandatættirnar. Vandatættir eru m.a. royking, skeivur kostur, ov lítil rørsla, ovurnýtsla av rúsdrekka og ósunn vekt.

Lívsstílssjúkur eru t.d. krabbamein, diabetes, hjarta-æðrasjúkur og sálarlig líðing.

Í tí partinum í Krabbameinsætlanini, sum snýr seg um, hvussu krabbamein kann fyribyrgjast, eru 11 tilmæli, ið snúgva seg um sjúkufyribygjandi og heilsufremjandi átøk, sum hava til endamáls at betra um fólkaheilsuna hjá føroyingum. Av hesum tilmælunum snúgva seks tilmælir seg um átøk at minka um royking. Av tí, at tað er ásett í samgonguskjalinum, at átøkini í Krabbameinsætlanini skulu fremjast og royking er tann størsti einstaki vandatátturin, fari eg í næstum at taka stig at fara undir arbeiðið at seta tilmælini, sum snúgva seg um at tálma royking, í verk.

Hetta arbeiðið fer at verða gjørt í samstarvi við viðkomandi partar, herundir viðkomandi aðalráð. Eftir hetta verður farið undir at seta hini fyribyrgjandi tilmælini í Krabbameinsætlanini í verk.

Umframt tilmælini í Krabbameinsætlanini er stórur tørvur á at seta tilmæli úr øðrum álitum í verk, til dømis Heildarætlanini fyri sálarliga heilsu, Rúsdrekka- og rúsevnispolitikkur Føroya og Rúsevnisheildarætlanini. Fleiri av tilmælunum í álitunum fevna um málsøkir hjá fleiri landsstýrisfólkum. Eg fari tí í næstum at samskifta við viðkomandi landsstýrisfólk um at fara undir arbeiðið at seta tilmæli úr álitunum í verk.

Umframt tey politisku átøkini, sum eg arbeiði við, eru tey ítøkiligu átøkini, ið nýstovnaða Fólkaheilsustýrið arbeiðir við á fólkaheilsuøkinum. Av teimum ítøkiligu átøkumum, sum Fólkaheilsustýrið arbeiðir við kunnu nevnast at gera kunningartilfar um vandan við royking, ráðgeving um heilsugóðan kost og átøk at eggja til heilsugóðar matvanar, átøk at tálma rúsdrekka ovurnýtslu, átøk at fremja rørslu og ABC fyri sálarliga heilsu. Afturat hesum ger Fólkaheilsustýrið kanningar, sum lýsa ymisk viðurskifti, ið ávirka fólkaheilsuna, t.d. ESPAD kanningarnar (kanna m.a. royki-, rúsdrekka- og rúsevnisvanar hjá 15 til 16 ára gomlum) og “Hvussu hevur tú tað” kanningin.

Til spurning 3: Verður arbeitt við fólkaheilsuátøkum tvørtur um aðalráð?
Arbeiðið at fremja fólkaheilsu er víðfevnt, og tí hoyra átøk hesum viðvíkjandi undir málsøki hjá ymsum landsstýrisfólkum og harvið aðalráðum umframt øðrum. Ein fortreyt fyri, at munadygg úrslit kunnu røkkast á fólkaheilsuleið er, at arbeitt verður breitt, tvørgeiraligt, tvørfakligt og tvørturum aðalráð við átøkunum. Eg fari at bjóða øllum viðkomandi pørtum, herundir ymsu aðalráðunum, at vera við í arbeiðinum at betra um fólkaheilsuna í Føroyum. Sum dømi um viðkomandi aðalráð at samstarva við eru Barna- og útbúgvingarmálaráðið, Almanna- og mentamálaráðið, Fíggjarmálaráðið og Umhvørvismálaráðið.

Heilsumálaráðið, 31. mars 2023
Margit Stórá
landsstýriskvinna

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo