Hin hættisligasti sjónleikurin er tann, ein leikar fyri sær sjálvum
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tað er at undrast á, hvussu Høgni Hoydal fyrrverandi landsstýrismaður roynir at leggja kílar millum manningar á fiskiskipum og fagfeløgini, fyri síðani at fáa øll upp í móti hvørjum øðrum, grunda á, at Fiskivinnunýskipanin hjá Mr Hoydal spældi falitt, og so rudduligani falitt eisini.

Eigin ynskti at fáa Statsreiðaríðir sum Tjóðveldi ynski at seta í verk, við eini rullandi uppboðssølu, har allur fiskur kom sum tíðin fráleið at enda á eini uppboðssølu við 3-5-8 ára loyvum.

Høgni Hoydal leggur eftir manningarfeløgum og nevndarlimum. Feløg og nevndir verða deild upp í bólkar, eftir hvussu samd tey eru við hann. Nevndarlimir og manningarfeløg umboða limirnar og hvørki Høgna Hoydal ella nakran annan.

Høgni Hoydal roynir at skapa ósemjur fyri at rættvísgera tað hann sjálvur hevur gjørt. Í staðin átti hann sakliga at grundgivið fyri sínari hugsan.

Høgni Hoydal brúkar sína tíð uppá at øsa onnur. Higartil hevur úrslitið hjá Høgna Hoydal verið, at tað sum gjørt er, var so illa úr hondum greitt, at neyðugt var at broyta alt aftur. Høgni Hoydal hevur fullan rætt at meina at tað hann gjørdi var gott og rætt. Somuleiðis hava manningarfeløgini fullan rætt at meina at tað var betri ógjørt og at gleðast um tað sum síðan er broytt til tað betra. Um Høgni Hoydal lurtaði meira og dikteraði minni, so høvdu vit spart nógv stríð.

Vit tosa um farna tíð, har lætt er at eftirkanna, hvat hendi. Høgni Hoydal sat 4 ár í fiskimálaráðnum og royndi at broyta lógir. Alt endaði í einum stórum fløkjustampi.

Løgtingsformaðurin sendi Løgtingi í summarfrí og Høgni Hoydal var biðin um at greiða fløkjustampin. Høgni Hoydal kom aftur við á leið sama fløkjustampi. Kanska plast-stampurin var útskiftur við ein træstamp, men fløkjuna hevði hann onki gjørt við.

Og nú skulu øll onnur hava skyldina.

Manningarfeløgini royndu eftir besta førimuni at verja sínar limir. At vit bæði tá og nú, ár aftaná blíva ákærd fyri líkt og ólíkt tíður uppá, at vit gjørdu okkara skyldu og bjargaðu limum okkara undan ringastu brotasjógvunum.

Høgni Hoydal ætlaði at manningin skuldi gjalda næstan alt tilfeingisgjaldi
Høgni Hoydal eins og flestu búskaparfrøðingar sum úttala seg alment hava upplýst Føroya fólki, at tilfeingisrentan er 1 milliard. Høgni Hoydal, eins og nevndu búskaparfrøðingar vita, at meginparturin av útroknaðu tilfeingisrentuni er hýra. Tí merkir tað, at taka tilfeingisrentuna inn, at manningarnar skuldu gjalda 84% og reiðarin skuldi gjalda 16% Tey tølini lesa vit í Búskaparfrágreiðingini frá 2014, sum er útrokna við tølum fyri 2012. (frágreiðingin sæs: TRÝST HER

Somuleiðis merkir tað at Høgni Hoydal tók undir við Búskaparráðnum, tá Herit Albinus í sjónvarpi greiddi frá, at kr. 400.000 var ríkiliga stór ársløn hjá einum sjómanni.

Enntá uttan at taka hædd fyri, at skip hava dupulta manning og at arbeiðsdagurin umborð er 12 tímar, 7 dagar um vikuna

Búskaparráðið segði, at av í alt 472 mió. í tilfeingisrentu skuldi reiðarin gjalda 76 mió. meðan manningin skuldi gjalda 396 milliónir. Tað kann Høgni Hoydal lesa í álitinum frá Búskaparráðnum.

Tá Høgni Hoydal tosar um at taka tilfeingisrentuna inn í landskassan, so visti hann, at manningin skal gjalda. Útrokningin hjá Búskaparráðnum er gjørd av sama persóni, sum starvaðist hjá Høgna Hoydal í fiskimálaráðnum. Tí veit Høgni Hoydal, at tað var manningin sum skuldi gjalda 84% av tilfeingisgjaldinum.

Høgni Hoydal veit eisini, at hansara stuðlar hava gjørt alt tey kunnu, fyri at fáa fatur á upplýsningum fyri at ávisa at hýrurnar eru alt ov høgar og at tær í staðin skulu í landskassan. Høgni Hoydal veit, bara hann vil, at hýrurnar eru væl lægri enn tað upplýst verður í útrokningunum hjá hansara monnum.

Ein landsstýrismaður eigur at vita og tí var tað ósætt tá Høgni Hoydal segði at manningin ikki skuldi gjalda. Høgni Hoydal visti, at meginparturin av útroknaðu tilfeingisrentuni var hýra. Og Høgni Hoydal visti eisini, at skuldi manningin ikki gjalda, so skuldi reiðarin gjalda 76 mió. og av teimum hevði landskassin longu fingið umleið helvtina sum partafelagsskatt.

Høgni Hoydal visti, um hann vildi, at sáttmálar eru galdandi á økinum. Høgni Hoydal visti, um hann vildi, at ein Gerðarættardómur var sum segði at keyp av veiðurættindum frá landinum skal av óbýttum. Høgni visti alt, men helt tað fyri seg sjálvan.

Høgni Hoydal tók ásetingina um at manningin ikki skal gjalda úr lógini
Høgni Hoydal tosar uttanum og nevnir lógina frá 2017, men gloymur við vilja lógina sum bleiv samtykt á jólum í 2018.

Í Løgtingslóg nr. 150 frá 23 desember 2016 lesa vit í §7, Stk. 2. “Gjaldið fyri kvotur, keyptar á uppboðssølu, kann ikki dragast frá søluvirðinum av veiðuni, tá hýrur verða gjørdar upp og goldnar manningini.”

Í Løgtingslóg um Sjófongi sum bleiv samtykt í 2018 er hendan áseting burtur. Og Høgni Hoydal sum Landsstýrismaður veit, hví tað ikki stóð í uppskotinum, sum hann lat Føroya Løgtingi. Í staðin fyri at ákæra onnur átti Høgni Hoydal at greitt okkum øllum frá, hví hann tók hetta úr lógini.

Nú roynir hann so við bakbiti og øðrum frágreiðingum at tosa uttan um. Manningarfeløgini vístu á hetta tá lógin var til viðgerðar. Høgni Hoydal visti eisni um gerðarættardóm, sum segði, at alt kann dragast frá.

Dómurin Høgni Hoydal tosaði um var um lógina frá 2016 og ikki um lógina um Sjófongi frá 2018. Høgni Hoydal er pápi at báðum tveimum.

Biður okkum samráðast um tað, sum hann segði lógin forðaði fyri
Stórur partur av lesarabrævinum hjá Høgna er ein frágreiðing um at manningarfeløgini kunnu samráðast, tí sáttmálarnir gingu út. Eisini hevur hann sagt, at manningarnar ikki skulu gjalda, tó at hann ikki setti tað i lógina.

Hvat skulu manningarfeløgini, Føroya Skipara-& Navigatørfelag og Føroya Fiskimannafelag og reiðarar samráðast um? Høgni Hoydal skilti sundur stál og veiðuloyvi. Tí kundi tað henda, at manningarfeløgini skuldu samráðast við ein sum átti skip og leigaði kvotu frá kvotabaróni. Manningarfeløgini ávaraðu um hetta uttan at verða hoyrd.

Hvat skulu manningarfeløgini siga, tá reiðarin hevði sagt, at sambært Høgna Hoydal, so eru hýrurnar 396 milliónir hægri enn tær eiga at verða. Hvat skuldu manningarfeløgini sagt, tá reiðarin legði fram uppskot um at lækka hýrurnar 396 mió. soleiðis at reiðarin kundi bjóða 3-400 mió. fyri rættindir heldur enn 30-40 milliónir, sum embætismenn í fíggjarmálaráðnum høvdu rokna seg fram til.

Tað eru tveir partar til samráðingar. Høgni Hoydal hevði avgjørt at manningin skuldi gjalda 84% og reiðarin 16% av samlaða tilfeingisgjaldinum. Soleiðis sum sáttmálarnir eru í dag, hevði manningin goldið á leið 30% av tilfeingisgjaldinum. Reiðarin er tann sum bjóðar. Tí hevði reiðarin, í teori bjóða hesi 16%, sum var hansara partur, líka mikið hvat sáttmála feløg og manning hava. Tá hevði landskassin fingið 30-40 mió. í inntøku tilsamans frá uppsjóvarskipum og skipum í Barentshavinum. Og tá hevði Høgni Hoydal mangla tær 396 milliónirnar, sum hann sigur, at manningin skal gjalda.

Niðurstøðan má tí verða, at endamálið hjá Høgna Hoydal var at framleiða ósemju millum reiðara og manning. Hetta kundi Høgni Hoydal so brúka til at lækka hýrunar hjá sjómonnum niður á kr. 400.000

Lógin broytt í 2019 til tað betra
Vit gleðast um at tað eyðnaðist at broyta lógina soleiðis at stál og veiðuloyvi aftur eru saman.

Vit gleðast um at uppboðssølan er burtur. Vit gleðast um at tað aftur ber til at arbeiða frameftir og at betra korini hjá okkara limum.

Annfinnur Garðalíð
Formaður
FSN

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo