Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tað sær út til at eg havi fingið ilt í mín fyrrverandi starvsfelaga Gerhard Lognberg, her á ársins næstsíðsta degi. 

Tað var so ikki ætlanin. 

Gerhard og eg hava mangan tikið tøk í felag, saman við borgarstjórunum eystanfyri, fyri at gera vart við støðuna við samferðsluni. 

Sum oftast spurdist okkurt gott burturúr frá landsins síðu, men ikki altíð uttan svørðslag, sum tað ferðina vit ikki fingu okkara vilja at fáa Teistan at sigla jóladag og páskadag.

Tá leigaðu kommunurnar Jósup til teir dagarnar, og tað skommina vildi landið ikki hava sitandi á sær, so tá fall tað stríðsmálið uppá pláss.

Tað ljóðar gott at Gerhard hevur roynt, og viðhvørt gerst onki, so gerst onki.

Eg sakni tó álíkavæl, at oyggin í felag stendur aftanfyri royndirnar at vinna okkum her suðuri sømdir. 

Ofta hevur tað verið tað sum hevur givið úrslitini.

Og tá tað kemur til manglandi politisku umboðanina úr oynni, so kunnu vit takka teimum fyri tað, sum samtyktu at broyta valskipanina til eitt valdømi, ikki oyggjafólkinum, tey velja enn sum áður eftir teirra politisku sannføring. 

Men hinvegin, hetta er bara meiningin hjá einum meinigum borgara í oynni, haldi ikki nakar eigur at taka sær tykni av at fólk hevur eina meining um tingini.

Gott nýttár Gerhard Lognberg!

Brandur Sandoy

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo