40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

- Eitt óseriøst og populistiskt uppskot. Og so frá løgmanni sjálvum.

Á sosialu miðlunum eru viðmerkjararnir ikki mjúkir at strúka, eftir at Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, í síni formansfrágreiðing á landsfundinum hjá Sambandsflokkinum í dag avdúkaði, hvussu hann ætlar at trupulleikin við manglandi starvsfólki innan heilsu- og røktarøkið skal loysast.

- Mítt boð er, at vit innføra ein heilsu- og røktarfrádrátt. Hesin frádrátturin skal geva starvsfólkunum innan geiran ta virðing, tey hava uppiborið, og eggja teimum, at halda áfram at starvast innan økið, umframt at nýggir starvsfelagir leggjast afturat, segði løgmaður millum annað.

Ein sum finst at løgmanni á facebook, er Johnny í Grótinum, sum eisini er limur í búskaparráðnum.

-  Løgmaður nevnir, at starvsfólkatørvurin innan røktarøkið væntast at økjast við 2000 næstu 10 árini. Hetta vil kosta almenna geiranum 7-800 mió.kr. árliga í eyka útreiðslum í dagsins pengum. Ein eyka skattafrádráttur á eitt nú kr 70.000 árliga (sum sjómannafrádrátturin) til hesi 2.000 umframt tey 3.800 verandi starvsfólkini vil kosta almenna geiranum aðrar 400 mió.kr. árliga. So lágt er samfelagsbúskaparliga kjakið altso falli í Føroyum, at Løgmaður heldur seg kunna brúka ein hálvan boðskap hjá Búskaparráðnum sum grundgeving fyri eini loysn, sum als ikki loysir umrøddu avbjóðing, sigur Johnny í Grótinum millum annað.

Aðrir viðmerkjarar vísa á tað ivasama í at favorisera ymsar starvsbólkar, og minna á, at slíkir frádráttir oftast eru sera truplir at steðga aftur.

Les eisini: Løgmaður við uppskoti um serligan frádrátt til heilsu- og røktarstarvsfólk

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo