Mær dámar ikki at binda meg til hvørki Himmal ella Helviti. Eg havi vinfólk bæði støðini
- Mark Twain

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Nes kommuna: Í fyrrakvøldið var ættarbindið, 3. bindið av bygdasøguni Nes Toftir Saltnes, útgivið í Tofta skúla, har uml. 130 fólk møttu upp til hugnaligu útgávuna.

Jóhannus Danielsen, borgarstjóri, bjóðaði vælkomin og greiddi frá fyrireiking og arbeiðinum av at skrivað tey 3 bindini av Bygdasøguni. Hann takkaði rithøvundunum, Helga Jacobsen og Thorleif Hansen, fyri vælaverk og gott samstarv, umframt at hann takkaði øllum, sum á ein ella annan hátt hava verið við í arbeiðnum av bygdasøguni.

Helgi jacobsen greiddi eisini frá arbeiðnum og hvussu bygdasøgan, serliga ættarbindið, var uppbygt og hann spurdi hin rithøvundan, Thorleif Hansen, hvussu og nær hann hevði fingið áhuga fyri ættargransking og hvussu hann hevði skipað arbeiði.

Eftir blomstur og bókahandanir bjóðaði Nes kommuna til góðan drekkamun, og møguleiki var at ogna sær ættarbindið og hini bæði bindini av Bygdasøguni, sum rithøvundarnir fegnir signeraðu.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo