Mær dámar ikki at binda meg til hvørki Himmal ella Helviti. Eg havi vinfólk bæði støðini
- Mark Twain

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

So hendi tað aftur sum so mangan, at ein jødi fekk tann stóra heiðurin at vinna virðisløn Nobels.

Hesaferð var tað okkara kæri Bob Dylan, ein av heimsins best kendu og fólkakæru skaldum og tónleikarum, tónaskaldum, troubadurum, samfelagsatfinnarum, heimspekingum, ’profetum’ og hvat vit annars hava kallað Bob Dylan, sum hevur fingið hesa heimsgitnu virðislønina… væl uppiborið, kundu vit lagt aftrat.

Dylan eitur Zimmermann til eftirnavn, og tað ljóðar nú meiri jødiskt. Dylan er altso sekulerur, t.e. átrúnarliga fráfallin, sum so mangir amerikanskir jødar.

Tað er hent so javnan fyrr, at jødar hava fingið heiðurin at taka ímóti hesi heimsins mest gitnu og hávirdu virðisløn (Oscar kanska betur kend, men ikki við so nógvari prestigu).

Tá tað nú er sagt, kundi ein lagt aftrat, at tað er ótrúligt, at teir bert 12 miljónir jødarnir, ið liva í heiminum, hava vunnið 145 Nobel virðislønir fyri alskyns sløg av avrikum, sum Nobel virðislønir verða latnar sum viðurkenning fyri.

Tað mest hugvekjandi við hesum vanbýti er, at 1.200 milliónir muslimar liva í hesum sama heimi, t.e. 100 muslimar fyri hvønn jøda, og at av hesum 1,2 milliard muslimum hava bert 9 verðið heiðraðir av Nobel-nevndini við hesi virðisløn fyri framúrskarandi avrik mannaættini til frama.

Altso 100 ferðir fleiri muslimar í heiminum enn jødar, og jødar hava fingið 15 ferðir fleiri Nobel-virðislønir enn muslimar!

Muslimar brúka kanska ov nógva tíð til at lesa Koranina og lítið annað. Men tað er væl har, teir læra at bera seg at móti øðrum fólki, sum teir gera.

Onkur segði, at øll tey muslimsku londini tilsamans geva ikki fleiri bøkur út árliga enn Spania einsamalt (38 mió íbúgvar).

2/3 av teimum bókum, sum verða givnar út á arabiskum, eru um religión.

Kanska áttu vit hin vegin at verið gávumild og bjartskygd. Lat okkum síggja ein møguleika og eina vón í hesum útliti: Tá og um muslimar fara at lesa, skriva, rokna og alt hitt, sum jødar og øll onnur vinna Nobel virðislønir fyri, verður frægari statt hjá teimum. Eisini hetta, at tá muslimar fara at loyva kvinnum at ganga í skúla, so dryppa kanska nakrar Nobel-virðislønir yvir á teir. Men neyvan fyrr.

Vit kenna grundgevingina, sum Nobel-nevndin gav fyri at heiðra Bob Dylan. So hon nýtist ikki at verða endurgivin her.

Vit vita eisini, at í vavi hevur Dylan ikki lagt úr hondum so stór og nógv skaldaverk sum eitt nú Pasternak, Bellow, Singer, Sachs, Gordimer, Wiesel, Pinter o.m. a. jødar, sum áðrenn Dylan hava fingið Nobel fyri bókmentir.

Men tá umræður at fevna víða, at røkka so stórum parti av Vesturheiminum, so skarar Dylan fram um tey flestu, og tað er ikki minst tónleikinum fyri at takka hjá hesum fjølgávaða skaldi, tónaskaldi, sermerkta sangara og heimspekingi á gerandismáli, sum øll fata og kunnu taka til sín. 

Men á einhvønn hátt føla vit, milliónir av Dylan-fjepparum, tað í dag, sum hevur eisini okkara alskur til Dylan fingið eitt herðaklapp við hesi væl uppibornu Nobel-virðislønini.

Dylan-fjeppari

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo