40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Heilsufrøðiliga Starvsstovan: Í dag endaði skoðanin hjá ES-eftirlitsmyndugleikanum av Heilsufrøðiligu starvsstovuni. Skoðanin hevur verið síðani 7. januar, og øll skoðanin hevur verið yvir netið, við videofundum, t-post samskifti o.t.

Hetta var fyrsta royndin hjá ES-eftirlitsmyndugleikanum at gera eina slíka skoðan yvir netið, og tí vóru nakrir byrjanartrupulleikar, men sum heild gekk skoðanin yvir netið sera væl.

Endamálið við skoðanini var at eftirkanna, um Heilsufrøðiliga starvsstovan sum eftirlitsmyndugleiki livir upp til veterineravtaluna við ES um fisk og fiskavørur.

Undir skoðanini varð hugt at innanhýsis mannagongdum, og eftirkannað varð, um samsvar er millum mannagongdir og tað, sum verður gjørt. ES hugdi eisini at eftirlitsfrágreiðingum frá ymiskum virkjum og skipum. Har eftirlitsfrágreiðingar staðfestu frávik, varð kannað, hvussu og um uppfylging var gjørd.

Nógvir spurningar vóru um skip, serliga smábátar. Øll ísfiskaskip yvir 20 BRT verða løggildað av Heilsufrøðiligu starvsstovuni, og regluligt eftirlit er av hesum skipum. Smábátar undir 20 BRT, sum hava fiskiloyvi, verða ikki løggildir av Heilsufrøðiligu starvsstovuni, men landa eins og ísfiskaskipini til løggildar landingarmiðstøðir. Fiskur frá smábátum, sum ikki eru løggildir, kann soleiðis fara víðari til ES. Tí hevði ES kommisjónin stóran áhuga í, hvussu eftirlit av smábátum verður skipað. Veiðutølini vísa, at um 15% av øllum botnfiski, fiskaður undir Føroyum, er veiddur av smábátum.

Niðurstøðan er, at føroyskur fiskur sum heild livir upp til ES krøv.

Skrivlig frágreiðing kemur innan 20 dagar, har nærri verður lýst, hvørjar tillagingar Heilsufrøðiliga starvsstovan skal gera innanhýsis.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo