Hin hættisligasti sjónleikurin er tann, ein leikar fyri sær sjálvum
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Í blogginum leggur Birgir Kruse eftir Útvarpinum fyri at bera lygnir fram, tá teir í yvirskrift síni nevna, at UNESCO bannar snildfonum í skúlum. Birgir Kruse grundgevur við, at hann hevur brúkt leitifunkuna í talgildu frágreiðingini hjá UNESCO og leitað eftir orðunum: ban og banned men einki funnið.

Eg eri sera samd við honum á einum øki, og tað er, at lítið rótfestar heimligar meiningar og átrúnaður ongantíð mugu avgera lagnuna hjá okkara kæra fólkaskúla. Í mínum hugaheimi eiga allar avgerðir, ið vera tiknar, í mun til fólkaskúlan, altíð at byggja á gransking. Og tí er tað eisini umráðandi, at teir almennu stovnar, ið vara av fólkaskúlanum taka gransking í álvara, eisini um hetta ikki samsvarar við talgildu strategiina hjá stovninum. 

Gransking vísir, at man fær meiri burtur úr at lesa á pappíri heldur enn talgilt, hetta er tí at man lesur í dýpdina, tá ið man lesur á pappíri, meðan man lesur á yvirfladuni á skíggja. Eg havi printað mær frágreiðingina út og lisið hana. Eg havi ikki funnið ein setning a la UNESCO bans smartphones, soleiðis sum Birgir eftirlýsir (og tað vildi eisini verið løgið, tí teir hava ikki heimild at banna nakað, teir kunnu tilmæla). Høvundarnir handan frágreiðingina hava eitt fjølbroyttari orðfeingi, ið fevnir um onnur orð enn “ban” og “banned”. Teir vísa til fleiri kanningar, sum vísa, at snildfonin distraherar undirvísingina, og at snildonin hevur negativ árin á næmingaavrikini, og at hon ávirkar teirra trivna. 

Teir siga m.a. The use of smartphones in classroom leads to student engaging in non-school related activities which affect recall and comprehension.

 ...it can take students up to 20 minutes to refocus on what they were learning.

Og síðani kemur setningurin: 

Banning technology from schools can be legitimate if technology integration does not improve learning or if it worsens student well-being

Tað vil siga, fyrst grundgeva teir fyri, at snildfonin ikki tænir næminginum hvørki fakliga ella trivnaðarliga, og tí er tað í lagi at banna snildfonum. Sostatt hava hvørki Útvarpið ella restin av heimspressuni tikið feil, so vítt eg dugi at lesa!

Tað, sum er munandi meiri áhugavert enn snildfonin, er alt hitt, sum teir siga um tøkni í skúlum.

Teir siga, sum Birgir eisini er inni á, at avgerðir skulu takast í nærumhvørvinum, men Birgir fær ikki við, at UNESCO finst at, at tað ikki eru lærarar, sum seta dagsskránna í mun til tøkni í skúlum. Ístaðin eru tað stóru tøknifyritøkurnar, ið hava marknaðarført glitrandi tøknina og ávirkað tey, ið vara av skúlum, til at keypa tøkni inn í stórum stíli, tí, tað er eitt so stórt potentiali í tøknini: Such coverage plays on users’ fascination with novelty but also their fear of being left behind. 

...Business rather than education arguments are more commonly deployed to justify countries’ investment. Often investments are based on a belief that technology is good in itself.

...Few questions are asked about who is shaping the discourse that says technology is the answer to major education challenges...

Skúlamyndugleikarnir gloyma at biða um prógv fyri tí stóra potentialinum, og tað kemur sjáldan fyri, at teir hyggja eftir granskingini á økinum, áðrenn teir keypa inn. Harumframt mangla teir at eftirmeta íløgurnar og hyggja eftir, um tær eru viðkomandi, um tær hava góð árin á læringina, og hvussu tøknin ávirkar brúkaran.

Tey vísa á, at tøknifyritøkurnar hava ov stórt vald, og at tær bara vísa tað, sum tænir teimum;

Technology companies can have disproportionate influence. With tremendous incentives to show effectiveness they may present only evidence that support them.

 ...These fault lines leave the education sector torn between hope for digital technologies’ potential and the undeniable risks and harms linked to their application.

 Digital technology should not be seen as a short-term project. It should be leveraged to yield benefits on a sustainable basis and not be led by narrow economic concerns and vested interest.

UNESCO vísir á, at tað finnast fá robust prógv fyri, at tøknin leggur afturat undirvísingini. Víðari siga teir, at meginparturin av teim fáu prógvunum, sum finnast, eru framleidd av tøknifyritøkum, sum selja tøkni til skúlar... 

Meðan tøknin sostatt sjáldan leggur afturat í longdini, eru nógvir vansar við henni:

...Student use of devices beyond a moderate threshold may have a negative impact on academic performance.

Apart from immediate disruptions to teaching and learning, the use of technology is associated with negative impacts on physical and mental well-being and increased susceptibility to online risks and harms, which affect academic performance in the long term. Education systems have adopted various approaches ranging from restricting use of devices to banning them completely. 

Altso: seta vit líkheitstekn millum tøkni og heilivág, sær myndin soleiðis út. Johnson og Johnson framleiðir ein heilivág, sum teir siga virkar móti sjúku x. Myndugleikin á økinum avger at keypa heilivágin til øll, sum hava sjúku x. Myndugleikin tekur granskingarúrslitini hjá J&J fyri góða vøru. Myndugleikin hyggur ikki eftir óheftu granskingini, sum vísir, at heilivágurin hevur eina ørgrynnu av hjáárinum, men ikki virkar móti sjúku x – í longdini. Fólk kunnu, í nakrar dagar, merkja linna, men síðani hvørvur virknaðurin, og hjáárini trýna fram. Rokni ikki við at landslæknin hevði lagt rygg til hetta...

UNESCO  heitir tí á okkum um at krevja prógv fyri, at tøknin virkar eisini í longdini: The value of digital technology for teaching needs to be prove

Teir mæla til, at man framyvir hevur: 

Clear objectives and principles are needed to ensure that technology use is of benefit and avoids harm. The negative and harmful aspects of the use og digital technology in education and society include risk of distraction and lack of humen contact. Unregulated technology even poses threats to democracy and humen rights.

 UNESCO metir, at tað er umráðandi, at næmingar læra um talgilda tøkni, men siga tey, tað nýtist ikki at vera við at brúka tøkni:

While students need to be taught about digital technology as part of what is called “digital literacy” this does not necessarily mean that students need to be taught through digital technology.

Sjálvandi kann man brúka onkra tøkni í undirvísingini onkuntíð (og hjá summum er hetta einsti møguleikin) men tað er umráðandi, at nýtslan er ógvuliga avmarkað, og at man, tá ið man brúkar tøkni, hevur prógv fyri, (og ikki prógv hjá tøknifyritøkunum) at tað, man brúkar hana til, hevur fleiri árin enn hjáárin. So UNESCO biður okkum, við øðrum orðum, taka óheftu granskingina í álvara og bara brúka tøkni, tá vit eru vís í, at hon leggur afurat undirvísingini.

Eg gav í 2020 bók út um hetta evnið: Talgilda framtíðin. Eg síggi, at UNESCo vísir til fleiri av teim keldunum, sum eg brúkti í míni bók. Hetta er sostatt ikki nýggj vitan, men tað er gleðiligt, at ein stovnur sum UNESCO nú biður okkum brúka okkara kritiska sans, og krevja prógv fyri stóra potentialinum, sum vit hava hoyrt um í fleiri áratíggju, men enn ikki hava sæð skuggan av. 

Gitte Klein

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo