Fleiri útlendskir miðlar avdúkaðu í dag at agenturin hjá Paul Pogba, Mino Raiola, er á veg til Manchester fyri at samráðast um flytingina hjá tí 23 ára gomlu stjørnuni til Manchester United.
Jose Mourinho og United-hópurin fóru til Kina í dag. Sambært The Guardian so var Ed Woodward eftir í Onglandi fyri at fyrireika eitt boð upp á fraklendingin á 100 milliónir pund.
Tá ið Goal setti seg í samband við agentin hjá Pogba, so segði hann at hetta var ikki satt.
– Hatta er tað reina tvært. Alt sum tit lesa er bullshit. Tað er tað, sigur hann.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo