Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Í dag hin 17. oktober 2023 handaði ein bólkur av pensjónistum landsstýriskvinnuni í almannamálum Sirið Stenberg áheitan. Nógvir pensjónistar hava skrivað undir áheitanina.

Hildið verður, at nógv fleiri fólkapensjónistar høvdu valt at arbeitt, um mótrokningarfría upphæddin bleiv munandi hækkað (úr 45.000 kr. upp í 150.000 kr.)

Eisini verður hildið, at aldursdiskriminerandi fráfaringaraldurin hjá Fíggjarmálaráðnum má strikast.

Landsstýrið hevur lagt fram løgtingslógaruppskot (LM 021/2023) at hækka mótrokningar-fríu inntøkuupphæddina í fólkapensjónini við 16.900 kr. (úr 45.000 kr. upp í 61.900 kr.). Landsstýrið sigur, at hetta fer at fáa fleiri fólkapenjónistar at arbeiða meira.

Ein hækking av mótrokningarfríu inntøkuupphæddini upp á 16.900 kr. munar als onki. Fólkapensjónistar fara ikki til arbeiðis ella arbeiða meira hetta einans grundað á, at mótrokningarfría inntøkuupphæddin í fólkapensjónini hækkar eitt lítið vet.

Skal tað eydnast at gera arbeiðsførar fólkapensjónistar meira arbeiðsvirknar, má mótrokningin í fólkapensjónini broytast.

Í staðin fyri verandi mótrokningarleist verður mælt til at nýta tvey sløg av mótrokning – ávikavist:

- mótrokning grundað á inntøku av arbeiði og

- mótrokning grundað á inntøku, sum stavar frá tænastumannapensjón, privatari pensjón, rentum, vinningsbýti v.m.

Mælt verður til at hækka mótrokningarfríu inntøkuupphæddina í fólkapensjónini, tá umræður arbeiðsinntøku, samsvarandi eina hálva arbeiðaraløn ella upp í góðar 150.000 kr.

Mótrokningarfría inntøkuupphæddin í fólkapensjónini, tá umræður privata pensjón, rentuinntøkur, vinningsbýti v.m., kann hóskandi verða hækkað upp til 61.900 kr., soleiðis sum Landsstýrið leggur upp til.

Aldursdiskriminerandi rundskrivið hjá Fíggjarmálaráðnum um 72 ára fráfaringaraldur má samstundis strikast.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo