Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Havandi í huga ta smittustøðu, sum føroyska samfelagið er í, verður heitt á landsstýrið um at avlýsa ætlaðu drotningarvitjanina, ið eftir ætlan skal vera frá 14.juli til 19. Juli.

Ferðaliðið hjá drotningini fer eftir ætlan at vitja í Tórshavn, Klaksvík, Svínoy, Fuglafirði, Vestmanna, Kvívík, Vatnsoyrum, Miðvági, Toftum og á Strondum. Líkt er til, at stórar fólkamongdir fara at standast av hesum, og er tískil øktur vandi fyri smittuspjaðing tvørtur um alt landið.

Fyriskipararnir av G! festivalinum hava tikið avgerð um at avlýsa festivalin, fyri at fylgja tilmælunum hjá landsstýrinum. Landsstýrið ætlar hetta sama vikuskifti at vera vertir fyri einum ferðaliðið sum skal koma í tætt samband við føroyingar kring alt landið yvir eitt 6-daga tíðarskeið. Hetta hóast smittutølini hava verið ørkymlandi seinastu dagarnar, og at tamarhald ikki er á smittuni. Heilsufakliga er tað tískil ikki forsvarligt at eitt útlendskt ferðalið ferðast tvørtur um alt landið innan so stutta tíð fyri at heilsa uppá mannamúgvu fyri og aðrari eftir, og er tað heldur ikki í tráð við tilmælini hjá landsstýrinum.

Um tilmælini hjá landsstýrinum frá Hin 14. mai 2021 um at bert 500 fólk kunnu savnast í skipaðum bólkum enn eru galdandi, vil undirritaði staðiliga mæla løgmanni til at avlýsa drotningarvitjanina.

Bjarni Kárason Petersen
Løgtingslimur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo