Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Feløgini í Samtak heita inniliga á løgtingslimir um at leita innara hjarta fram, og ikki at skerja tey, sum hava mist arbeiðsførleikar sínar? Tað mátti verið onkur frægari jólagáva at givið fólki, sum bera brek, eru slitin, sjúk ella av onkrari aðrari orsøk hava mist ein part av arbeiðsførleikunum. Tit nýtast ikki vera ein stempulmaskina hjá Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, landsstýriskvinnu við almannamálum.

Fakfeløg uppliva hvørt ár, at fólk noyðast heilt ella partvís at gevast á arbeiðsmarknaðinum áðrenn tey eru fólkapensjónistar. Hetta er týpiskt fólk, sum fáa ein arbeiðsskaða ella eru slitin á arbeiðsmarknaðinum. Nógvir løntakarir sum eru í 50’unum og 60’unum byrjaðu sum tannáringar at arbeiða, tí sæst nógv slit. Eisini rakar sjúka mangan meint, og summi bera brek, sum ger, at tey ikki kunnu arbeiða fulla tíð undir vanligum treytum.

Vit uppliva ofta at fólk, ið vera rakt av ymiskum sjúkum, so sum krabbamein, heilatøpp o.s.fr. fáa seinárin, sum ger, at tey ikki kunnu upptaka arbeiði aftur á sama hátt. Nøkur noyðast heilt av arbeiðsmarknaðinum meðan onnur kunnu nýta sín restarbeiðsførleika og koma undir skipanina við tillagaðum størvum.

Sjúkan, skaðin ella arbeiðsóhappið hevur mangan við sær, at eyka útreiðslur eru til heilivág og til ymiskar viðgerðir, ið kunnu linna – eitt nú fysioterapi, ergoterapi ella kiroprakti – ella til eyka útgerð. Eisini er kostnaðarmikið hjá teimum sum búgva uttanfyri miðstaðarøkið at ferðast til viðgerðir og heilsubót.

Skipanin riggar

Skipanin við tillagaðum størvum er ein sólskinssøga, sum landsstýrið og samgongan nú ætlar at oyðileggja við ógvusligum skerjingum í lønarískoytinum. Hetta sparir landskassanum nakrar fáar 100.000 krónur, men er ein vanlagna fyri teir løntakarar hetta rakar.

Í dag fáa tey í skipanini við lønarískoyti sáttmálasetta løn fyri arbeiði, og tey forvinna júst tað sama sum starvsfelagin ger fyri sama slag av arbeiði.

Soleiðis verður ikki framyvir, um Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, landsstýriskvinna, fær sín vilja, tí tá vera fólk í tillagaðum størvum skerd í lønarískoytinum við inntøku omanfyri 2000 kr. Verandi í skipanini vera eisini skerd og stavnsbundin í sínum verandi størvum .

Tað er løgið, at landsstýriskvinnan ikki sær vinningin í, at fólk royna at nýta sín arbeiðsførleika. Hetta er gott fyri einstaka løntakaran, arbeiðsplássið, familjuna, heilsuverkið og samfelagið alt

Hóast landsstýriskvinnan ikki sær vinningin, so nýtast tit í løgtinginum ikki vera stempulmaskinur hjá henni, men heldur taka tykkum tað valdið tit hava, og vísa í verki, at tit eru fegin um, at fólk, sum bera brek, fólk sum eru rakt av sjúku, arbeiðsskaðum o.s.fr., framvegis geva sítt íkast. Hetta skulu tey sjálvandi lønast fyri, og fáa somu sáttmálaásettu løn, sum øll onnur.

Samtykkja tit uppskotið frá aðru viðgerð so er tíðiliga signalið frá tykkum til nógvar av lønarbólkunum, at tey vera ikki virðismett og hava sama virði, sum aðrir løntakarir. Hetta fer at ganga hart út yvir ymiskar lønarbólkar - arbeiðsfólk við starvsaldri, sum eru nógv skerd, sjúkrarøktarfrøðingar, lærarar, handverkarar, bussførarar, heilsurøktarar o.s.fr..

Politikkur nýtist ikki vera hjartaleysur. Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður við heilsumálum legði eitt uppskot fram um heilsutrygd, sum rakti meint hjá kroniskt sjúkum. Landsstýrismaðurin viðgekk ein feil, sum var rættaður.

Tit í løgtinginum kunnu vísa sama hjartalag í mun til fólk í tillagaðum størvum og fella uppskotið ella senda tað aftur í nevnd og rætta brekini í tí. Tað hevði verið einasta jólagávan, ið sømir seg at geva fólki, ið hóast tey eru skerd, stríða seg til arbeiðis.

Samtak

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo