Hin hættisligasti sjónleikurin er tann, ein leikar fyri sær sjálvum
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Øll hava vit ígjøgnum 2020 gjørt okkara til at basa Covid-19, tá hon hevur gjørt um seg. Tað hevur kravt nógv av okkum øllum, summum meira enn øðrum.

Vit eru tó í løtuni í eini serligari støðu í Føroyum, og samfelagið koyrir so væl, sum vit yvirhøvur høvdu kunnað ímyndað okkum mitt í einari heimsfarsótt. Men her er alt upp á spæl. Dagliga kenna vit hóttanina, og javnan stendur vandi fyri smittuspjaðing og bankar upp á dyrnar.

Fyri at verja samfelagið og okkum sjálvi, vilja vit í matstovu-, barr- og náttarlívsvinnuni í Tórshavn heita á útisetar, sum koma heim, um at virða og fylgja tilmælinum um seks-daga karantenu og kanning sætta dag.

Vit ynskja ikki at fáa fólk á vitjan, fyrr enn ein hevur latið seg kannað sætta dagin og tryggjað seg frían fyri korona smittu.

Tað skal bert ein persónur til, at alt samfelagið fer av sporinum aftur. Vit vóna, at tit, sum koma heim til jóla, skilja størru myndina, og at tit ynskja at gera tykkara til at minka um vandan fyri, at føroyska samfelagið skal lata aftur einaferð afturat.

Limir í felagnum fyri matstovur, barrir og náttklubbar:
Basecamp
Bassalt
Blábar
Essabarr
Glitnir
Irish Pub
Jomfrúbakkin
Landskrona
Loca
Luux
Sirkus
Tórshøll
Víngarðurin

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo