Tak ikki lívið í ov stórum álvara. Tú sleppur ikki frá tí livandi kortini
- ókendur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Sum siður er, plaga nýggjar samgongur at greiða frá politisku avrikunum, tá ið 100 dagar eru gingnir.

Hóast hetta langt frá var galdandi í undanfarnu setu, so er tað ein góður skikkur at geva einari nýggjari samgongu arbeiðsfrið teir fyrstu 100 dagarnar.

Tí var tað ikki sørt spennandi at lesa tíðindaskrivið um tey 18 avrikini, sum sitandi meiriluti boðar frá í skrivinum.

Tað, sum  er áhugavert at síggja er, at tey 18 málini longu eru samtykt av undanfarna býrað og fíggjarliga raðfest í fíggjarætlanini fyri 2021, eina fíggjarætlan, sum sitandi meiriluti atkvøddi ímóti. 

Tó er tað vanligt,  at tað verður bygt á herðarnar hjá undanfarnu samgongu, og vit kunnu gleðast um, at tað verður arbeitt víðari við málunum, sum longu eru samtykt í síðstu setu m.a. kann nevnast bátahylin í Nólsoy, Vestursíðan og torgið við Tórsvøll, spæliplássið í Gundadali v.fl.

Tað, sum tó stingur í eyguni er, at meirilutin tekur sær æruna av málum, tey beinleiðis hava arbeitt ímóti.

Atkvøddu ímóti Umættingar- og rehabiliteringsdeplinum
Ì avrikslistanum prýðir býráðsmeirilutin seg við umlættingar og rehabiliteringsdepilinum í Hoyvík, sum letur upp fyrsta dagin.

Tey, sum nú sita í býráðsmeirilutanum arbeiddu hart ímóti, at hesin depilin til okkara eldru borgarar bleiv til veruleika og atkvøddu tey, sum nú ráða fyri borgum beinleiðis ímóti. 

Eitt er, at hvørt býráð byggir á herðarnar hjá tí undanfarna, men tá man fer út alment og beinleiðis tekur sær æruna av einum máli, sum  man hevur verið so harðliga ímóti í býráðnum, er tað ovboðið og neyðugt at tala at. 

Nú slóðbrótandi umlættingar- og rehabiliterinsdepilin letur upp fyrsta dagin, fara vit uttan iva at síggja politikarar í hópatali rósa sær av umlættingar- og rehabiliteringsdeplinum, men tá er vert at leggja sær í geyma, at sitandi meiriluti als ongan áhuga hevði í hesum depli.

Annika Olsen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo