

BirkBloggur: - Tá vit herfyri vístu kristna amerikanska filmin Heaven is for Real, varð hann í áskoðaratali størri enn James Bond, sum tá var aktuellur, sigur Jákup Eli Jacobsen í Havnar Bio. Eingin annar Norðurlendskur biografur vísti kristna filmin.
Nú fer Jákup Eli at vísa tveir nýggjar kristiligar filmar, og gongst væl, fer hann sum einasti norðurlendski biografur at vísa enn fleiri filmar frá sama amerikanska filmsútleigara, uttan danskan undirtekst.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo