40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Ákærin vil hava danska stórreiðaran Henning Kjeldsen dømdan fyri strámannavirksemi, tí hann hevur roynt at lagt inn undir seg kvotur við at brúka familju og kenningar at standa fyri feløgum sum hava átt kvoturnar. Saman við Henning Kjeldsen eru níggju onnur fólk ákærd, tey nokta seg øll sekan.

Málið er fyri í rættinum í Holstebro, tað hevur koyrt í 39 dagar og í gjár varð tikið samanum.

Bakmanspolitiið meinar, at prógv eru fyri at Henning Kjeldsen hevur snýtt, og eitt dømi sum verður tikið fram er tá pápin, sum var rættuliga gamal, stovnaði nýtt kvotufelag, tríggjar mánaðir áðrenn hann doyði. Eftir tað tók kona Henning Kjeldsen við sum stjóri.

Ein sakførari og ein grannskoðari eru eisini ákærdir í málinum. Ákærin vil hava fólkini dømd bøtur umframt at missa eina upphædd, sum tey hava vunnið við at snýta ella sjuska við kvotum. Ákærin hevur ikki sagt, hvussu stórar upphæddirnar eru.

Kanska kendasta av skipunum hjá Henning Kjeldsen er ella var Gitte Henning, sum í dag eitur Gøtunes (myndin) og sum Varðin í Gøtu eigur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo