Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Javnaðarflokkurin hevur í valskeiðnum havt trupult við at markera seg við realpolitikki.

Flokkurin hevur lagt á ting røð av uppskotum, sum flokkurin frammanundan hevur vitað, ikki bera á mál.

Úr rúgvuni kunnu nevnast: um at stytta arbeiðsvikuna, um almenna lønarskipan, útgjald úr grunnum, rættin til at arbeiða fulla tíð, broytingar í starvsmannalógini, bíligari matvøruprísir osfr..

Tað hevur sostatt ikki skortað við ynskjum hjá Javnaðarflokkinum at økja útreiðslurnar á fíggjarlógini.

Uppskotini hava tó ikki verið annað enn politiskt gluggapynt og fyri Javnaðarflokkin púrasta kostnaðarleys.

Nýskipan
Harafturímóti hevur samgongan framt eina røð av nýskipanum, har fiskivinnunýskipanin var tann fyrsta.

Hana ætlar Javnaðarflokkurin annars ikki at taka av aftur. Flokkurin hevur bert eina ynskið – at herða tilfeingisgjøldini.

Sama leistur á vinnupolitiska økinum. At taka hægri gjøld frá vinnuni at fíggja øktu økjandi útreiðslur landskassans.

Javnaðarflokkurin hevur einki boð uppá, hvussu sparast skal í almennu útreiðslunum. Eingin spyr hann heldur.

Samgongan hevur eisini framt eina røð av nýskipanum á almannaøkinum, og er almannamál uppraðfest munandi.

Harumframt hevur samgongan samtykt bústaðarpakka.

Har kundi Javnaðarflokkurin næstan taka undir við pakkanum.

Undanførslan var tó, at flokkurin ikki vildi taka undir við, at Bústaðir skuldi byggja bústaðir til fólk við serligum tørvi. “Hetta hoyrir heima á fíggjarlógini” bleiv sagt undir tingviðgerðini??

Samgongan hevur eisini uppraðfest sjúkrahúsverkið, sum undir seinastu samgongu var fullkomuliga afturúrsiglt, har samgongan arvaði H-bygningin, sum í veruleikanum er byggigøla av teimum heilt stóru.

Um dagarnar hevur samgongan eisini lagt fyri tingið nýggjan veðurlagspolitikk. Heldur ikki her kann Javnaðarflokkurin gera av, um hann vil vera við ella ikki.

Eingin realpolitikkur
Aftaná at hava eygleitt Javnaðarflokkin í hálvtriðja ár í Løgtinginum má staðfestast, at flokkurin ikki førur realpolitikk.

Aksel Johannesen sigur, at útreiðslurnar eru vaksnar ov nógv. Her eru vit samdir, men tá formaður Javnaðarfloksins verður spurdur, hvar sparast skal, fæst einki svar uttan, at skattir og avgjøld á vinnuna skulu hækkast.

Samstundis sum formannsval var í Fólkaflokkinum, boðaði Aksel Johannesen aftur frá, at hann ikki vil samstarva við Fólkaflokkin.

At hann heldur vil halda fast við produseraðan blokkpolitikk, har hann grevur politiskar veitir og soleiðis ger skilnað millum fólk, innan- sum uttantings.

Soðið tunt
Men hetta avdúkar, at politiska soð javnaðarmanna er serstakliga tunt. Høvuðsboðskapurin er ikki politiskt samstarv og skilagóðar loysnir, men heldur ráksnúgvin tingmál, har bert ræður um at bera á torg mál, sum skulu tekkja partar av veljarafjøldini, men sum ikki hava kjølfesti í veruliga gerandisdegnum.

At formaður Javnaðarfloksins hevur sum aðalmál at vera politiskur rennugravari, er hansara val. Gamalt er tó, at grevur tú veitir til onnur at snáva í, kanst tú sjálvur enda í teirri veitini, ætlað er øðrum.

Sami sum altíð
Fólkaflokkurin hevur í fleiri umførum havt gott samstarv við Javnaðarflokkin, har flokkarnir báðir hava framt hópin av góðum málum, landinum at gagni.

Hugsjónarliga er Fólkaflokkurin tann sami sum altíð. Fúsur til samstarv, har samstarvsflokkarnir lata og fáa so haldgóður politikkur spyrst burturúr.

Hesa kósina halda vit fast við, eisini í gevandi samstarvi við Javnaðarflokkin.

Christian Andreasen, formaður Fólkafloksins

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo