Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Sipa verður her til at sýnsdeildin, sum heldur eigur at ferðast millum tey ymisku góðkendu privatu verkstøðini, sum í dag longu sýna akfør fyri Akstovuna, og tískil eru fult á hædd við Akstovuna at gera hesi sýn.

Soleiðis minka vit um almennu útreiðslurnar, og samstundis stimbra tey privatu verkstøðini sum hava gjørt júst somu íløgur í hesi sýnsamboð sum Akstovan, og júst sum Akstovan áhaldandi mugu endurnýggja hesi.

Sýnsmanningin hjá Akstovuni, verður tá ein meira ferandi eind, uttan amboð, hølir og tær útreiðslur hetta hevur við sær.

Við øðrum orðum, útbúnaðurin sum tey privatu hava gjørt, gerst teimum meira virkin, og tískil verður íløgan meira haldfør.  

Bogi í Gil

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo