Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Kyrran í ávísum økjum inni í bátahylinum samsvarar ikki heilt við kanningarnar frammanundan. Tí verður ein aldubrótari lagdur fyri at fáa tað kyrt í hylinum.

Tá ið bátahylurin í Álakeri bleiv prosjekteraður, vórðu tekningar sendar til DHI fyri at gera simuleringar av, hvussu vindur o.a fór at ávirka kyrruna inni í bátahylinum. Niðurstøðan var, at tað kundi verða eitt sindur ófriðarligt í innsiglingini og beint innanfyri, serliga tá ið áhaldandi vindur er av landsynningi.

Annars vísti simuleringin, at kyrran í bátahylinum skuldi verða eins góð og miðal kyrran er við bátaplássini á Skálatrøð, og at brimgarðurin ikki kom at hava neiliga ávirkan á havnarlagið annars.

Tá ið flótibrúgvarnar vóru lagdar út, vísti tað seg, at kyrran í ávísum økjum inni í bátahylinum ikki samsvarar heilt við kanningarnar. Tá liggjandi vindur er av landsynningi, kemur aldan fram við grótkastinum, og sleppur inn í hylin, og ávirkar mest økið millum flótibrúgv nummar 3 og 4.

Hetta viðførir, at tað verður ov ókyrt á einum strekki millum flótibrúgv 3 og 4, sum ávírkar umleið 50 bátapláss somikið nógv, at fleiri bátar eru rýmdir undan veðrinum, og vilja ikki leggja seg har aftur.

Ein aldubrótari í framhaldi av brimgarðinum kann verða ein háttur at minka um hendan trupulleika. Upprunaliga simuleringin fyri bátahylin í Álakeri vísti, at kyrran økist við longdini á brimgarðinum.

Tórshavnar havn hevur aldubrótarar liggjandi Úti í Bakka, í Kaldbaksbotni og við Sjógv í Kollafirði, og felags fyri hesar er, at teir hava virkað sera væl.

Tá aldubrótarin er lagdur út, verður innsiglingin til bátahylin góðar 20 m breið í mun til um 45 m í dag. Ein 22 x 4 metur aldubrótari við útlegging, ljós o.a, kostar umleið 1,3 mió kr.

Tilmælið til býráðsfundin í morgin er at keypa umrødda aldubrótara og at játtaðar neyðugu upphæddina. Havna- og fíggjarnevndin hava samtykt málið, treytað av at biðið veðrur um tilboð frá minst trimum veitarum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo