Alfred Sankoh hjá NSÍ valdi Runavík tí lønin var betri í Føroyum enn í Noregi.
- Eisini veðrið í Føroyum er betri enn í Noregi, sigur hann við BBC Sport sum hevur gjørd samrøðu við 31 ára gamla miðvallaran, sum NSÍ boðaði frá stutt áðrenn ársskiftið.
Hann spældi seinast við norska aðrudeildarfelagnum Nottoden, men hevur eisini spælt við øðrum feløgum í Noregi, Turkalandi, Oman, Saudi Arabia og Aserbaijan.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo