











Tórshavnar kommuna: Alheims forsetin fyri Lions vitjar í løtuni í Føroyum í sambandi við ársríkisfundin fyri Lionsklubbar, sum í ár verður hildin í Havn. Í morgun vitjaði Brian E. Sheehan á Ráðhúsinum.
Brian E. Sheehan varð valdur alheims forseti fyri Lions fyri einum ári síðan. Hann er ættaður úr Minnesota í USA. Hann er annars teldumaður, stovnari av Rural Computer Consultants og ein sera aktivur vinnulívsmaður.
Hann hevur verið Lionslimur í skjótt 30 ár, men tað er lítið afturímóti fyrrverandi forsetanum í Lions Club Tórshavn, borgarstjóranum Heðini Mortensen, sum næsta ár hevur verið Lionslimur í 50 ár. Tí høvdu teir sjálvandi nógv at práta um í morgun.
Við á fundinum var m.o. sjálvandi eisini núverandi forsetin í Lions Tórshavn, Jóan Petur Hentze. Tað er í morgin, at Lions Club Tórshavn er vertur fyri ársfundinum hjá øllum klubbunum í ríkinum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo