Mær dámar ikki at binda meg til hvørki Himmal ella Helviti. Eg havi vinfólk bæði støðini
- Mark Twain

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Við atlit til heilsuna á øllum kurvabóltsleikarum og skyldfólki teirra, hevur Menningarsambandið fyri kurvabólt avgjørt, at eingin kapping verður leikt liðug í ár. Hettar er fimta árið at Trygdkappingin hevur verið hjá monnum, men í ár verður eingin vinnari.

 

Kurvabóltsambandið er komið til ta niðurstøðu, at heilsan skal raðfestast hægri enn alt annað. Tilmælini frá serfrøðini eru, at vit framhaldandi skulu halda frástøðu frá hvør øðrum, og ikki fleiri enn 10 fólk skulu savnast. Júst hesi tilmæli eru ógjørlig at halda, um tað leikast ein dystur. Tað ber heilt einfalt ikki til at leika kurvabólt og fylgja tilmælinum.

 

Kurvabóltssambandið hevur ikki nakran fíggjarligan miss av at steðga øllum kappingum. Alt arbeiðið innan kurvabólt er sjálvboðið, so tað er meiri møguleiki at tapa, um vit ikki fylgja tilmælinum.

 

Við Ítróttarkvøðu

 

Menningarsambandið fyri Kurvabólt

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo