40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Í ár fáa allir 7. flokkar í Føroyum eina heilt serliga jólagávu. Tey sleppa at taka fyrstuhjálparskeið og læra, hvussu tey skulu bera seg at, um onkur smellur um ella tey verða fyrst á staðnum í eini vanlukku.

Reyði Krossur, Mentamálaráðið og Betri Stuðul samstarva um átakið.

Betri Stuðul bjóðar og fíggjar hetta fyrstuhjálparskeiðið, sum Reyði Krossur í samráði við Undirvísingarstýrið og ymsu skúlaleiðslurnar skipar fyri í skúlunum kring landið.

Hugskotið er einfalt: Børn eru nom í hesum aldrinum, og tey eru hartil nóg búgvin til at taka ábyrgd í eini álvarsamari støðu, um tey hava fingið góða frálæru í, hvussu tey skulu bera seg at.

Tey gerast í hesum aldrinum støðugt meiri sjálvbjargin og taka lut í alsamt fleiri sosialum samanhangum. Eisini har eingin vaksin er til staðar.

Duga tey fyrstuhjálp, kunnu tey bjarga lívinum á øðrum, um illa vil til. Tað er besta gávan, vit kunnu geva - bæði næmingunum og samfelagnum sum heild. Tað er ein íløga í eitt hægri trygdarstig, tí tess fleiri, ið duga fyrstuhjálp, tess tryggjari eru vit øll.

Tað er vorðið siðvenja, at stuðulsgrunnurin hjá Betri letur peningagávur undan jólum. Gávur eru higartil latnar felagsskapum og øðrum, ið antin skapa tryggleika, fyribyrgja sjúku ella gagna samfelagum á annan hátt.

Og í ár verða tað so allir 7. flokkar í Føroyum, sum fáa eina stóra jólagávu - nevniliga førleikarnar at bjarga lívinum á øðrum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo